Tjaldur-Sóljan 23-11 (10-6)
Fríggjadagin eydnaðist endiliga kvinnuliðnum hjá Tjaldri at vinna ein landskappingardyst.
Ikki heilt óvæntað kom sigurin í land móti Sóljuni, men meira óvæntað var tó, at sigurin hjá Tjaldri skuldi verða so sannførandi.
Fyrst og fremst var sigurin grundaður á eina sterka verju, har tær báðar útlendsku rúgvaðu væl upp, og eitt nú hildu tær Sóljuni frá málinum í okkurt um eitt korter ta løtuna, tá trygga leiðslan varð grundað.
Fyri Tjaldri skutu Milica Ergic og Beinta Joensen hvør síni sjey mál. Marjun Jørgensen skeyt fýra mál fyri Sóljuna.