So fekk Kommunuskúlin mønustingin

Uttan nakra politiska viðgerð yvirhøvur, og uttan at hvørki lærarar, skúlastýri ella foreldraumboð eru hoyrd, hevur meirilutin í Tórshavnar Býráð nú stongt Kommunuskúlan.

Sum býráðslimur og limur í skúlastýrinum fyri skúlan havi eg ikki fingið avrit av frágreiðingini, sum sigur hvussu og hvørjum standi skúlin er í, og eg fái tí ikki gjørt viðmerkingar til, um avgerðin er klók ella ikki.

Sitandi meirilutin í Tórshavanar Býráð hevur annars arbeitt við eini heilarætlan fyri Kommunuskúlan. Ætlanin er kunngjørd fyri lærarum, skúlastýrinum og foreldraumboðum, og tey hava glett seg um hesa verkætlan, og sæð fram til dagin tá hon fór av bakkastokki.

Tað kom tí sum ein skelkur, at borgarstjórin vegna meirilutan nú boðaði frá, at avgerð er tikin um at steingja Kommunuskúlan.

Eg hevði tikið tað sum eina sjálvfylgju, at vit býráðslimir fingu høvi til at kjakast um málið, og viðgera hvat best er at gera – saman við foreldraumboðunum, læararum og skúlastýrinum.

Kommunuskúlin er nú søga í Tórshavnar býi, og alt felagslívið við einum livandi skúlaungdómi í miðbýnum er nú ein farin tíð.

Sitandi meiriluti feldi dómin tá borgarstjórin kunngjørdi hetta í Degi & Viku týskvøldið 13. september 2011.

Borgarin, foreldraumboðini og læararar skúlans sluppu ikki til orðanna! Tað er spell!

Tað munnu vera mong, ið sita sum Kánus eftir hesa útmelding.

Eg hevði væntað og vónað eina viðgerð ella, um ikki annað, eitt ella tvey alternativ at tikið støðu til, áðrenn skúlin fekk mønustingin.