Nú er broytingin í kunngerðini um tíðaravmarkaðar friðingar av ávísum smáfiskaleiðum lýst
Johan Dahl, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta friðingina av smáfiskaleiðum soleiðis, at leiðin á Mýlingsgrunninum verður latin upp aftur.
Fyrr í ár vórðu leiðirnar inni við land friðaðar fyri øllum vinnuligum fiskiskapi við línu.
Samstundis vórðu ein leið eystur úr Fugloynni og ein leið á Mýlingsgrunninum friðaðar fyri øllum vinnuligum fiskiskapi.
Í september varð kunngerðin broytt so, at ein leið afturat vestur úr Mykinesi eisini varð friðað fyri øllum vinnuligum fiskiskapi, verður sagt úr Fiskiveiðieftirlitinum.
Kunngerðin er nú broytt soleiðis, at friðingin á Mýlingsgrunninum er strikað.