So bleiv Neistin sett upp á pláss

Tað seinasta úr hondbóltsheiminum, har Kyndil er á odda í kvinnudeildini, meðan Neistin tapti fyrsta dystin hjá monnum

Bæði havnar liðini komu niður aftur á jørðina, eftir góð úrslit. Neistin hevur fingið eina framúr byrjan upp á kappingarárið, men nú gekk ikki longur. Vestmenningar vunnu stórsigur í høllini á Hálsi sunnudagin. Filip Jojic vísti seg frá síni bestu síðu og skoraði ikki færri enn tíggju mál. Sostatt hevur Neistin ikki longur fult stigatal.
Kyndil megnaði ikki at byggja víðari upp á sigurin í Kollafirði. Teir tóku leygardagin móti StÍF, sum hevði fingið rætt upp á bein. Sveinur Justinussen var besti spælarin á vøllinum, til hann mátti út við skaða. Alíkavæl megnaði StÍF at halda fast og fáa avgerandi málini, sum tryggjaði StÍF sigurin.
Team Klaksvík hevur framvegis sítt fyrsta stig til góðar. Teir fingu leygarkvøldið vitjan av H71, sum vann dystin við seks málum. Fyri heimaliðið skoraði nýggi bakkurin, Igor, flest mál við níggju, meðan Bogi G. Davidsen skoraði flest fyri H71. Hann skoraði 8 mál.
Øll liðini í Atlantic Airways deildini hava spælt millum tríggjar og fýra dystir. Fyri uttan Team Klaksvík, sum ikki hevur nakað stig, so er tætt millum hini. Neistin er fremst við seks stigum, meðan øll hini hava fýra stig.

Fakta: Atlantic Airways deildin

Neistin – VÍF 24-36 (11-16)

Neistin: Teitur Magnusson 6, Herbjørn Lava 4, Terji Mørk 4, John í Innistovu 2, Jugoslav Djumic 2, Aleks Buha 2, Blagoje Buha 2, Beinir Davidsen 1 (Manglar eitt mál)
VÍF: Filip Jojic 10, Agnar Joensen 9, Julian Olsen 4, Sámal Jákup Djurhuus 4, Áki Egilsnes 3, Andrias Eriksen 3, Sámal Joensen 2, Áki G. Olsen 1

Kyndil - StÍF: 20-21 (11-13)

Kyndil: Josef Abrahamsen 6, Høgni Klein Olsen 4, Barni Sørensen 3, David Edvardsen 3, Finnur Hansson 3, Janus Einar Sørensen 1
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Kjartan Johansen 5, Marius Joensen 3, Allan Norðberg 2, Borgar Danielsen 1, Jógvan G. Joensen 1, Arnfinnur Joensen 1, Alexandur Johansen 1

Team Klaksvík – H71: 26-32 (14-14)

Team Klaksvík: Igor Petrikeev 9, Pejovic Zarko 6, Sámal á Tjaldrafløtti 4, Dánjal Kjærbo 3, Jens Pauli Mohr 2, Jon Jacobsen 1, Andrias Ellingsgaard 1
H71: Bogi G. Davidsen 8, Tróndur Arge 6, Birgir Poulsen 5, Sigmundur Nolsø 4, Bogdan Florea 3, Esbern Pætursson 2, Sigmundur Dahl 2, Rani Højgaard 1, Jónas G, Djurhuus 1

Støðan:
1 Neistin 4 108 114 -6 6
2 KÍF 3 85 64 21 4
3 VÍF 4 120 108 12 4
4 H71 3 87 84 3 4
5 Kyndil 4 100 98 2 4
6 StÍF 4 104 102 2 4
7 Team Klaksvík 4 90 124 -34 0

Kyndil á odda

Ein dystur hevur verið í Elektron-deildini hjá kvinnunum. Gestirnir royndi at bíta frá sær tíðliga í seinna hávleiki, men so skjótt Kyndil fekk fatur á rætta endanum, so var einki at koma eftir hjá StÍF.
Tað vísti bæði gott spæl í álopsstøðu, men eisini í mótálopunum móti endanum av dystinum, har millum annað Anja Heinadóttir varð spæld leys í fleiri førum. Góða gongdin hjá Kyndli heldur fram og tær liggja nú nummar eitt við 7 stigum. StíF hevur framvegis síni fyrstu stig til góðar

Kyndil – StíF: 29-17 (14-9)

Kyndil: Anna Brimnes 9, Ásleyg Súnadóttir 4, Simona Petersen 4, Anja Heinadóttir 3, Bjarta O. Johansen 2, Annika Sigurðardóttir 2, Beinta Bárðadóttir 2, Anna Sofía Hjalt Mohr 1 og Bára K. Hansen 1.
StÍF: Rebekka Justinussen 7, Paula B. Høgnesen 2, Guðrið Poulsen 2, Erla Petersen 2, Fríðrun Petersen 2, Heidi Sevdal 1 og Bára Berthelsen 1

Støðan:

1 Kyndil 4 87 64 23 7
2 VB 3 76 69 7 4
3 VÍF 2 40 36 4 2
4 Stjørnan 2 40 42 -2 2
5 Neistin 2 40 44 -4 1
6 StÍF 3 57 85 -28 0