Fyri løtu síðan gjørdist greitt, at Snorri Brend, blaðmaður í Miðlahúsinum, hevur fingið heiðurin sum undangongufólk við at vísa á styrki og fjølbroytni hjá fólki við tarni. Nú klokkan 10 skipaðu Dugni og Listasavn Føroya fyri hátíðarløtu í Listaskálanum í sambandi við, at Kærleikskúlan 2010 skuldi avdúkast.
Á løtuni varð kunngjørt, at heiðurin er fallin blaðmanninum í Miðlahúsinum, Snorra Brend, í lut, og hann var eisini hjástaddur við høvið.
Tað er stýrið fyri Dugna, sum heldur, at Snorri Brend hevur gingið undan og hevur víst fjølbroytni og styrki hjá fólki við arbeiðstarni við at skriva greinar í Sosialin um hesi fólk.
Við løtuna helt Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, eisini røðu.
Um kærleikskúluna verður sagt, at hon er eitt yndisligt listaverk og ein savnaragripur. Tað er ein munnblást glaskúla við einum bandi, ið ber brá av jólum, kærleika og góðsku.
- Kúlan er hondgjørd, og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur er akkurát eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt ? júst eins og hvørt barn á jørðini.
Lagt verður aftrat um Kærleikskúluna 2010, at hendan bara verður seld í gávubúðum kring landið í tíðini frá 25. november til og við 17. desember, og allur vinningurin fer til fólk við skerdum arbeiðsførleika.
Fyri løtu síðan fekk Snorri Brend so Kærleikskúluna 2010 og heiðurin sum undangongufólk við at vísa á styrki og fjølbroytni hjá fólki við tarni. Hetta er gjørt gjøgnum fimm greinar, sum hava staðið í Sosialinum seinasta árið, og eru allar samrøður við fólk, ið hava niðursettan arbeiðsførleika.
Listafólkið, sum hevur gjørt Kærleikskúluna 2010, er Sigrun Gunnarsdóttir.