Sæmbært myndugleikunum, var tað ikki gott fyri Bretland, um rapparin Snoop Dogg var í landinum. Men nú sleppur fyrrverandi rúsevnismisnýtarin aftur til Bretlands, eftir at bannið varð strikað av einum dómara.
Amerikanska stjørnan fekk noktað eitt visum síðsta ár, eftir at hann og nøkur vinfólk skuldu verið orsøk til harðskap í flogvøllinum Heatrow í 2006.
Sambært fjølmiðlunum hevði Snoop Dogg, ella Cordozar Calvin Broadus, sligið trygdarfólk og kasta fløskur gjøgnum vindeyguni á flogvøllinum, tá hann varð biðin um at fara úr VIP-rúminum.
Men nú sigur ein dómari, at ongi prógv eru fyri, at rapparin hevði elvt til nakran ófrið. Harafturímóti sæst á nøkrum upptøkum av hendingini, at nakrir løgreglumenn skumpaðu Snoop Dogg tvær ferðir, uttan at hann gjørdi nakra mótstøðu, og dómarin var samdur við Snoop Dogg í, at hann bara royndi at undirhalda nøkur børn.