Snæfugl skal skifta motor

Íslendski brunnbáturin Snæfugl, sum er í Føroyum í løtuni, breyt motorin í síðstu viku, og nú skal Skála Skipasmiðja seta nýggjan motor í skipið

Skáli

Á Skála Skipasmiðju hevur verið væl at gera í longri tíð, men nú herfyri var heldur minni.
Men ofta, tá ið svart sær út, stingur okkurt óvæntað seg upp kortini. Soleiðis var eisini í síðstu viku, tá ein íslendskur brunnbátur, sum er í Føroyum í løtuni, breyt motorin.
Dánjal Andreassen, fyrisitingarleiðari á Skála Skipasmiðju, sigur, at skipið nú skal hava ein annan motor.
- Vit fara at seta ein brúktan motor í Snæfugl, og arbeiðið er mett at taka umleið hálva triðju viku.
Hann sigur, at teir fóru í holt við Snæfugl í morgun, og at hetta arbeiði kemur væl við hjá skipasmiðjuni í løtuni, nú heldur minni var at gera.