Smyrilsvegur var fullur

Smyrilsvegur og Hoyvíksvegur vóru hvør fullari enn annar í gjár. Fullir av fullum og tómum bilum, ið streymaðu sum meyrur út og inn í Rúsuna í Havn at fylla sær bagagurúmið og baksetrið við vátum sterkum løgi. Men teir báðir útsendu av Sosialinum fingu eina turra móttøku mitt millum alt tað váttliga.

? Nei pínadoy far vekk!

? Ikki taka av mær - tak av honum!

? Gakk avstað við tær!

Sjáldan man myndamaður okkara hava fingið so nógv fís eftir sær sum fyrrapartin í gjár, tá hann fekk ta ótakksomu uppgávu at taka myndir á deildini hjá Rúsdrekkasølu Landsins í Havn í sambandi við at fólk keypa drekkivørur inn til ólavsøkuna.

Hóast langt er liðið síðan útloysingartíðina, tá tær mest óskyldigu taskurnar í landinum vórðu drignar inn á posthúsið, fyltar við innihaldinum av sundurskrøddum flamingokassum, og síðan bornar eins óskyldiga útaftur, eru føroyingar enn meira enn eitt sindur kroystir, tá teir keypa brennivín.

? Tað er nokk ikki so gott at tit taka myndir inni í handlinum, tí vit hava fleiri ferðir fyrr fingið klagur frá fólki, ið eru blivin avmyndað har, sigur Dagmar Joensen, leiðari á Rúsdrekkasøluni, tá vit eru farnir inn á kontórið at biða pent um lov at taka myndir.

Dagmar loyvir okkum tó eftir eitt knæfall ella tvey at taka myndir við teirri treyt, at myndin verður tikin soleiðis, at fólk ikki kunnu kennast aftur.

Tað lova vit.


Gulldepotið hjá Stalin

Men hvat, júst sum myndamaðurin hevur klatrað upp á nakrar kassar av øli og ger seg til reiðar at taka eina mynd útyvir herligheitina og tey fólk, ið millum hana ganga, verður hann steðgaður av einum starvsfólki.

? Hava tit spurt Dagmar um lov?

Er hetta gulldepotið hjá Stalin ella er tað almenni einahandilin fyri rúsdrekka vit standa í?

Í botn og grund er Rúsan ein vanligur handil. Her kunnu øll uttan full fólk og børn sleppa at keypa júst tað, teimum lystir.

Úrvalið og presentatiónin av vørunum eru bæði stílfull, og tú skalt gustoy leita leingi eftir einum eins góðum rúsdrekkahandli í restini av heiminum.

Munurin millum at ganga í góðum friði og velja sær vørur í Rúsuni og so at standa í Netto í Danmark og í skundi hyggja eftir teimum trimum sløgunum av Vodka, ið standa uppiyvir súru kassadamuni er eyðsýndur.

Vit eiga at fegnast um at hava so góðar umstøður at keypa øl, vín og brennivín.


Friðarlig fyrisiting

Men tað gjørdi meginparturin av ólavsøkuinnkeyparunum í gjár týðuliga ikki.

Hesir høvdu helst ynskt sær eitt myrkalagt rúm, har hvør maður gekk við síni veiku lummalykt, ið bara akkurát kláraði at kasta ljós á fløskuetikettirnar.

Vit uppgeva tankan um at fáa ólavsøkumyndir av rúsukundunum og fara afturum og oman trappurnar til fyrisitingarliga partin av Rúsdrekkasølu Landsins.

Her gongur friðarliga fyri seg.

? Her er lítið at gera hjá okkum nú. Vit hava gjørt alt fyrireikingararbeiðið, og nú er bara sjálv sølan eftir, sigur Dagmar Joensen, meðan starvsfólkini í søluni standa við sveittabroti og taka pengar.


Tolnir grannar

Júst hvussu nógvir pengar koma inn og fløskur fara út ein dag sum 27. juli er ein loynidómur. Ikki av kappingarávum væl at merkja, men av trygdarávum.

? Sølan í dag man vera tríggjar ella fýra ferðir so stór sum vanligar fríggjadagar, tá stórt trýst ofta er á søluni, sigur Dagmar.

Tað hevur deildin hjá Rúsuni í Havn garderað seg fyri við at hava eyka parkeringsvaktir, eyka duravørar, eyka sølufólk, pakkarafólk og goymslufólk til arbeiðis.

Longu frígjadagin í farnu viku fóru tey í Rúsuni at merkja, at fólk keyptu inn til ólavsøkuna.

Síðan tá hevur meira fólk enn vanligt verið allar dagarnar, men tað var kortini ikki nokk til at forða fyri tí, sum mest líktist kaos á Smyrlisvegi í gjár.

? Soleiðis plagar tað at vera. Frá klokkan 10 til á middegi er altíð nógv fólk. Síðan slakar tað nakað, men um trý tíðina til vit steingja er so aftur fult av fólki, sigur Dagmar.

? Slíkar dagar sum í dag skulu vit vera glað fyri at vit hava lagaligar grannar, leggur hon afturat, og hyggur út. Á parkeringsplássinum hjá LM-handlinum beint yvirav er trafikkaos.


Høgtíðir bera tómar fløskur

Vit siga farvæl við leiðaran á Rúsdrekkasøluni, fara út í fólkameldurin og síðan longur út í goymsluna.

Her gongur eitt sindur friðarligari fyri seg, men tó so hektiskt, at lagurmenninir hava fingið sveittan fram.

Tómu fløskurnar streyma nevniliga eisini inn undan ólavsøkuni. Røðin av tómum fløskum, ið koma eftir samlibandinum frá fløskuautomatunum, verður mestsum ikki brotin í døgunum undan ólavsøku.

? Her koma altíð ein øgilig rúgva av fløskum inn undan høgtíðum. Tær koma frá fólki, ið bara keypa inn til høgtíðir. Hesar fløskurnar, sum koma inn nú, keyptu tey á páskum og jólum, og tær fløskurnar, ið tey keypa inni í søluni nú, fáa vit aftur undan jólunum, sigur Martin Enok Jespersen, goymsluleiðari.

Fyrstu dagarnar aftaná ólavsøkuna er ikki so nógv at gera hjá sølufólkunum, men tá standa teir á lagrinum aftur við sveittabroti.

? Teir fyrstu dagarnar kemur ein rúgva av smádreingjum við einari øgiligari rúgvu av fløskum, sum teir hava samlað um ólavsøkuna. Teir eru okkara nógv størstu kundar fyrstu vikuna eftir ólavsøku, sigur Martin.

Og soleiðis enda fløskurnar aftur á rætta stað.ið! Øði kom í rossið, sum fór spolandi oman gjøgnum hagan.

Oh Harrans ólukka. Sigmaðurin kom við fullari ferð upp gjøgnum bergið við øllum fonginum. Fótafimur var hann, so hann rann uppeftir. Men tá hann kom um upsina, vóru bara maðurin og nakrir havhestaveingir eftir á endanum. So nógv hevði ferðin verið upp gjøgnum bergið.

»Tú átti at fortalt frá, tá tit báðir vóru uppi her«, sigur Jóan Petur við Harald.

Jú, Harald gongur við til at fortelja.

Teir høvdu verið tveir mans uppi í berginum og vóru á veg aftur í bátin. Eitt sindur høgt var at loypa, og hann var tann fyrri maðurin, sum leyp. Tað gekk væl, men tá tann seinni skuldi loypa, var báturin farin frá, og hann fór í havið og líka á botn.

Tað var ikki við mýkindum, hann kom uppaftur. Har lá hann við høvdinum undan og lovaði at drepa. Hann var í øðini og legði teir undir at hava gjørt tað við vilja.


Kópurin undir oynni liggur

Undir Djúpabergi var væl av kópi at síggja fram við landi. Onkuntíð stóðu einir tíggju grúkar undan samstundis. Og á eini fles lógu teir og hugnaðu sær. Tað var hugtakandi og stuttligt at síggja, at ikki bara fuglur er fram við landinum.

Men fuglurin var har. Larmurin av ritu og karrandi lomviga kappaðist um sansirnar við deymin av fuglaskræpu, sum stóð so tráður niður úr drangunum, vit sigldu tætt inni undir.

Í erva fleyg lundin. Og hann er nógvur í ár, láta teir at. At okkurt skip er farið at selja íslendskan lunda, halda teir ongan vanda vera. Tann føroyski er bíligari og man fara at verða seldur kortini.

Hinvegin hildu teir ikki, at havhesturin tolir nakra ovveiðu longur. Hann er í minking, halda sandingarnir.

Men nógv er til kortini. Og skúgvurin fær ein bita soleiðis av og á, so hvørt, sum tað dettur ein pisa á sjógvin, ella hann kann taka sær eina sjálvur.

Hóast tað er heldur sjáldsamt, upplivdu vit á túrinum hendan dagin at síggja skúgvin verða jagaðan. Tað var ein bakur, sum legði eftir honum, og skúgvurin, sum annars plagar at vera tann, sum eltir, helt undan.

Komnir norð á Lokloysi, legði Jóan Petur inn á víkina. Her er gomul neyðhavn hjá bátum, sum noyddust at seta upp fyri veður. Steindeytt var innan fyri hendan dagin, og vit fóru á land.

At teir hava nýtt plássið sum lending, sæst týðiliga enn. Farvegurin av einum spæli at taka bátarnar upp við, sæst væl.

Vt gingu suður eftir helluni. Sóu onkra lundapisu, sum var farin heldur tíðliga úr holuni. Nakrar deyðar lundar og onkra ritupisu, sum sundurskrødd lá á helluni.

Teir staðkendu menninir bóðu okkum halda okkum annaðhvørt heilt inni undir loftinum ella uttast á helluni, tí steinar kundu detta úr berginum. Har ferðast bæði fuglur og seyður í erva. Og meðan vit gingu, kom ein lítil steinur sendandi í helluna ikki langt frá okkum. Men hann rakti ongan, og vit komu væl nøgd aftur í bátin.

Fyri okkum, tá vit komu út aftur, stóðu tveir kópar. Annar kavaði og var so óheppin at koma upp aftur beint fyri stevninum á bátinum, sum kom spakulig glíðandi fram við helluni. Kópurin gjørdist rættiliga kløkkur, og tað var ein øgiligur brestur, tá hann kavaði aftur. Hann er helst flýddur langt, tí vit sóu hann ikki koma uppaftur.


Fakta:


Siglitúrur fram við Sandoynni fyri vestan.

Eisini verða túrar gjørdir undir Skúvoynna og Stóru Dímun.

Siglt verður við seksæringinum Hvíthamri.

Túrurin undir Sandoynna tekur umleið fýra tímar.

Kostnaður: kr. 150,- fyri hvønn.

Tilmelding er hjá Jóan Petur Clementsen á Sandi.

Tlf. 36 10 19

Fartlf.28 61 19

Ella á Sandoyar Kunningarstovu

Tlf.36 18 36

Fartlf.22 20 78