Smyril útsetir tveir túrar í dag

At ólag kom á siglingina hjá Smyrli í gjár fyri veður, ávirkar eisini ferðaætlanina hjá Smyrli í dag. Í gjár vórðu tveir túrar strikaði, fyrst tann av Krambatanga klokkan 15.30 og sum ein avleiðing av tí, eisini túrurin úr Havn klokkan 18.30.

Orsøkin til tað var, at ein av motorunum verður umvældur í løtuni og tí missur Smyril nakað av kraftini á bógskrúvuni. Og eftirsum nógvur vindur var í Havnini, var tað mett at vera óráð at fara inn um Molan við niðursettari megi.

Men hetta ávirkar eisini ferðaætlanina í dag, tí bilar, sum skuldu koma í Suðuroy í gjár eftir fiski til útflutnings, sluppu ikki suður fyrrenn í morgun.

Og fyri at geva virkjunum stundir at fylla bilarnar so at útflutningurin verður bjargaður, eru tvær fráferðir útsettar í dag.

Í hesum sambandi verður fráferðin av Krambatanga, sum skuldi vera í dag klokkan 15.30, flutt til klokkan 17 og fráferðin, sum skuldi vera í Havn klokkan 18.30, er flutt ein tíma til klokkan 19.30.