Smyril flytir fráferðina tveir tímar

Aftur í dag argar tann nógvi vindurin siglingina hjá Smyrli.

Hann skuldi sigla av Havnini klokkan 13 í dag, men tann fráferðin er framskundað tveir tímar so at hann siglur klokkan 11 ístaðin. Síðani er øll sigling avlýst, tað ið eftir er av degnum í dag.

Tað er nógvur vindur av ytsynningi og tað verður stormur seinni. Tað er besta ætt at sigla, men trupulleikin er at manøvrera innanfyri Molan í Havn.

Strandferðslan sigur, at tað er so trongt innanfyri Molan í Havn, at tað er ikki hugsingur um at manøvrera í so nógvum vindi sum hesum, tí fær hann eina hvirlu á seg, er púra onki pláss at geva av, áðrenn tað endar galið og tí verður bundið um heilan fingur

Eisini í gjár varð siglingin órógvað av somu orsøk.