Smyril avlýsir sigling í dag fyri at binda um heilan fingur

Tað er rættiliga nógvur vindur, og harafturat er hann landsynningur í ættini, sum er ringasta ætt at sigla úr Havnini til Suðuroyar.

 

Og tað fer at ávirka siglingina í dag og tískil er væntandi, at seinkingar fara at verða í dag. Og fyri at binda um heilan fingur, hevur Strandferðslan longu nú broytt ferðaætlanina í kvøld, og í hesum sambandi verður seinasti túrðurin í kvøld avlýstur longu nú í morgun.

 

Sostatt siglur Smyril ikki seinasta fyri veður verður túrurin av Krambatanga til Havnar klokkan 21 í kvøld og tað merkir so eisini, at fyrsti túrurin úr Havn til Suðuroyar klokkan sjey í morgin, er eisini avlýstur.

 

Smyril loysir aftur av Krambatanga klokkan 9.30 í morgin, sum ætlað, men Strandferðslan ger eisini var við, at hann sigur frá nógvum vindi av landsynningi alt vikuskifti, so tað er væntandi at fleiri broytingar verða.