Tvær kvinnur í Svøríki, 64 og 38 ára gamlar, eru ákærdar fyri umvegis Göteborg at hava smuglað tilsamans umleið 4,8 milliónir sigarettir úr Kina, sum blivu goymdar í goymsluhølum í tveimum støðum har suðuri í Svøríki.
Kvinnurnar komu í gjár fyri tingrætting í Helsingborg, tí illgruni er um, at tær hava framt grovt brot á tollreglurnar og eisini á grovasta hátt hava roynt at sloppið sær undan at rinda punktskatt av sigarettunum.
Kamarákærin í Malmö vil vera við, at tær báðar kvinnurnar snýttu svenska statin fyri útivið 10 milliónir krónur í skattum og avgjøldum.
Smuglingin skal vera farin fram í tveimum umførum í mars mánaði í 2010, og umframt tær báðar kvinnurnar, eru tveir menn ákærdir fyri at hava havt við partar av ólógligu sigarettunum at gjørt.