Tað løgna farið var gjørt úr trimum rørum, men tá sjóverjuskipið nærkaðist tí uttan fyri strondina í Costa Rica, kavaði tað. Tað eydnaðist kortini sjóverjuskipinum at finna farið aftur, og einar tveir favnar undir vatnskorpuni komu kavararnir fram á ein heimagjørdan kavbát, sum kortini ikki líktist nøkrum øðrum kavbátaslagi.
Báturin var gjørdur úr glastrevju og viði, og hann hevði siglt einar 125 fjórðingar úr Kolombia á veg til USA, tá sjóverjan kom fram á hann. Hann gekk einar sjey míl. '
Tá amerikonsku sjóverjumenninir fóru umborð á kavbátin, vísti tað seg, at hann var stúgvandi fullur av rúsevninum kokain. Lastin vigaði hálvt fjórða tons, og teir fýra menninir, sum vóru við bátinum, vórðu alt fyri eitt tiknir og skuldsettir fyri rúsevnasmugling. Tann sjáldsami kavbáturin varð togaður til Costa Rica.
Amerikanska sjóverjan er regluliga á varðhaldi úti fyri strondini í Costa Rica, og higartil í ár hava sjóverjan og myndugleikarnir í Costa Rica lagt hald á 18 tons av kokaini.