Smittutølini seta nýggj met hvønn dag

Hetta er fjórða samdøgur á rað, at smittutølini í Noregi seta nýggj met.

Smittutølini í Noregi seta nýggj met hvønn dag.

 

Nú um midnáttarleitið hava heilsumyndugleikarnir í landinum kunngjørt nýggjastu tølini sum vísa, at staðfestir eru tilsamans 5.413 nýggir koronutilburðir seinasta samdøgrið.

 

Hetta er størsta skrásetta smittutal nakrantíð í eitt samdøgur í Noregi, og hetta er 1222 tilburðir fleiri enn sama dag fyri einari viku síðan.

 

Við øðrum orðum er hetta fjórða samdøgur á rað, at smittutølini í Noregi seta met.

 

Miðaltalið av nýggjum covid-19 tilburðum í Noregi seinastu sjey dagarnar er 4.403 - og í vikuni frammanundan var miðaltalið 3.235.

 

Í løtuni liggja 314 fólk á norskum sjúkrahúsum við covid-19, og higartil eru 1136 fólk í Noregi deyð við smittuni.