Seinastu dagarnar eru smittan við corona virus av álvara farin at nærkast okkum eftir at hon er farin at gera um seg í Italia.
Danmarks Radio veit at siga nú seinnapartin, at í Italia er tað staðfest, at har hava 229 fólk fingið smittuna og fimm fólk eru deyð – og beint nú verður kannað um um eitt fólk afturat er deytt av smittuni.
Í Italia er tað serliga í Lombardí í Norðuritalia, har Milano er høvuðstaður, at smittan ger um seg og smittan er funnin í fleiri býum har á leiðini, og fleiri av teimum eru nú meiri ella minni avbyrgdir frá umheiminum. Samstundis eru fótbóltsdystir og onnur tiltøk, avlýst.
Øll tey, sum eru deyð, eru gomul fólk, summi langt uppi í áttatiárunum og tey flestu av teimum vóru álvarsliga sjúk framman undan.
Danska heilsustýrið sigur, at tá ið smittan er komin til Italia, veksur vandi eisini fyri at hon kemur henda vegin.
Serfrøðingar siga, at tað sær út til, at smittan er við at fáa fótafesti í Evropa, og Tyra Grove Krause, deildarleiðari í Statens Serumistitut, heldur at nú sleppa vit ikki undan, at smittan eisini kemur til Danmarkar.
Tey siga, at sjúkan hevur gjørt meiri um seg í Italia enn tey høvdu væntað, men í danska heilsustýrinum fylgja tey neyvt við gongdini.
Heilsustýrið sigur, at verður smittan funnin í Danmark er endamálið at fáa fatur á teimum smittaðu sum skjótast, og øllum tey hava verið í samband við.
Tað, sum størsti denturin verður lagdur á, er at forða fyri smittuspjaðing og besti mátin at gera tað upp á, er, sum skjótast, at fáa fatur á fólki, sum eru smittað og øllum, tey hava verið í samband við, og at fáa tey avbyrgd.
– Nú smittan breiðir seg í Italia, eiga vit at fyrireika okkum upp á, at hon fer at breiða seg í Evropa, sigur Kåre Mølbak, stjóri í Statens Seruminstitut, við heimasíðuna hjá stovninum.
Vit vita, at tey allarflestu, sum verða smittað, verða ikki serliga sjúk, so tað er í mesta mun teimum eldru, og tey, sum eru veik, sum vit skulu ansa eftir, sigur hann.