Jólasøla
Kollafirði:Handilsvindeyguni inni á Langasandi í Kollafirði eru full av jólanissum og kava. Tað er ov tíðliga, sigur fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreasen, professari.
Ljósini glitra. Eftirgjørdur kavi liggur á sprossunum, og jólamenn og kvinnur sita í flokkum í vindeygakarmunum. Álmanakkin sigur 12. november, og tað er lýtt og regn uttanfyri. Ikki serliga jólaligt, hóast roynt verður at gera tað so innan fyri gluggan.
Eyðun Andreasen hevur greiða støðu til hetta at byrja at seta jólapyntið fram longu nú.
?Har eru nakrir handlar, sum skulu tjena eina rúgvu av pengum við ein fart, sigur hann.
Hann vísir á, at tað finnast handlar, sum próvfast bara yvirliva orsakað av jólasøluni.
?Hvat skulu vit við slíkum handlum? Teir hava ikki lívsgrundarlag kortini og eiga í grundini ikki at vera til, heldur Eyðun Andreasen. Og serliga tá vit vita, at tað, vit keypa á jólum, er yvirskot. Nógv er púra óneyðugt. Tá er lætt at koma til ta niðurstøðu, at slíkir handlar eisini eru óneyðugir.
Heiðin pátrúgv
Eyðun Andreasen vísir á, at jólamenn og tað, vit kalla nissur ella vættrar, einki sum helst hava við jólini at gera.
?Tað er heiðin pátrúgv, sum hevur fingið heiðurpláss í sjálvari høvuðshátíðini hjá kristnitrúnni. Tað hongur ikki saman.
Vættrar hoyrdu hjá gamla føroyinginum til tey fornisku. Og teir vóru verri enn so altíð góðir, vísir Eyðun Andreasen á. Tú skuldi varða teg fyri teimum og ansa væl eftir ikki at arga ella fornerma teir. Tað kom tær bara aftur um aftur í gráum kálvsskinni, um so varð gjørt.
Í dag eru teir fittir og gávumildir, sum als ikki hongur saman við tí, vit annars vita um teir.
Men um nakað kann gerast við hesa gongdina, ivast fólkalívsfrøðingurin í. Tað kundi kanska verið, um kommunurnar og handlarnir fingu einahvørja avtalu, sum segði, at tað var ikki loyvt at pynta handilsgluggar fyrr enn eftir ein ávísan dag. Spurningurin er bara, um tað ber til.
Fremmandir siðir
Jólamenn og nissur hava heldur ikki altið verið tað, vit í dag kenna. Eitt nú í Danmark og Týsklandi hava nissurnar altíð verið, men við øðrum litum, enn tí reyða, vit í dag kenna.
Tann reyði og hvíti jólamaðurin er ein nýggjur, kommersiellur figurur, sum Coca Cola gjørdi í 1930. Litirnir hjá teimum ganga jú aftur.
Annars verður hann sagdur at stava frá erkabispinum Nikolaus, sum livdi í Lítluasiu í triðju øld. Hann skuldi vera gávumildur maður, og haðani skulu so jólagávurnar vera komnar.
Eyðun Andreasen veit eina aðra útlegging av søguni um Nikláa og jólagávurnar.
Á italsku klosturskúlunum í níggjundu øld var vanliga próvtøka fram móti jólum. Tá kom tann siður í, at Santa Nikolaus kom til næmingarnar við próvnum. Tað varð tikið sum ein gáva frá honum, greiðir Eyðun Andreasen, professari, frá.
Í Týsklandi var tað í gomlum døgum Kristus sjálvur, sum kom við jólagávunum. Men hann er so seinni avloystur av Santa Nikláa.
Íslendingar høvdu ikki minni enn 12 jólamenn, ella jólasveinar, sum teir har eita.
Og tveir teirra eru so sanniliga fluttir til Føroya seinnu árini, vísir Eyðun Andreasen á. Tað eru teir báðir Kertustubbi og Greytasleikur, sum eru tveir av teimum 12 íslendsku jólasveinunum.