Smábátahavn vil fríðka um

Andrass Róin, stjóri í Bústøðum, væntar ikki, at ætlaða havnarútbyggingin fer at minka um áhugan fyri íbúðunum hjá Bústøðum við Skansan.

Andrass Róin, stjóri í Bústøðum, heldur ikki, at ætlaða havnaútbyggingin á Eystaru bryggju, framvið Skansanum og Yviri við Strond, fer at hava ávirkan á íbúðirnar, ið Bústaðir letur byggja við Skansan.

- Íbúðirnar fáa eina vakra smábátahavn beint uttan fyri vindeygað, samstundis sum allur tungi trafikkurin verður førdur burtur frá økinum, heldur enn at koyra beint framvið, so alt í alt haldi eg, hetta er betri fyri tey, ið fara at búgva í hasum íbúðunum.

 

Sum flestu onnur, so er heldur ikki Andrass Róin vísur í, hvussu nýggja bingjuhavnin fer at ávirka útsýni av Skansanum og økinum har um leiðir.

- Nú veit eingin heilt, hvussu høg hasi pakkhúsini og bingjurnar skulu vera, men sum nú er síggja vit beint yvir á pakkhúsið hjá Faroe Ship á Eystaru bryggju og bingjuhavnina, so broytingin verður kanska ikki so stór kortini, sigur hann.