Smáur upsi verður frystur í Kollafirði

Gamalt er, at fiskimaðurin sjáldan er ráðaleysur, og tað er hann eftir øllum at døma heldur ikki, tá ið lógir og kunngerðir eru honum til bága. Menn hava funnið út av, at tað ongastaðni stendur í lógini um vinnuligan fiskiskap, nær fiskur skal um uppboðssølu, og tí verður smáur upsi nú innfrystur á Kollafjord Pelagic  og ikki seldur um uppboðssølu, fyrr enn hann verður avskipaður

Fiskivinna

Í grein á vinnusíðunum í síðstu viku skrivaðu vit, at lógin um útflutning av óvirkaðum fiski er broytt við fiskapakkanum, soleiðis at fiskur, sum verður keyptur um uppboðssølu og innfrystur til útflutnings, skal avskipast aftur innan eina viku. Men í fyrsta lagi er tað galdandi, at allur fiskur, sum fer óvirkaður av landinum, skal bjóðast út á uppboðssølu í Føroyum.
Tað var um hesa tíðina í fjør, at sølufeløg og reiðaríir lótu smáan upsa frysta, sum seinni varð seldur á russiska marknaðinum. Prísurin fyri fiskin var lutfalsliga góður, og hetta var viðvirkandi til, at góði upsafiskiskapurin ikki "sprongdi" føroyska fiskamarknaðin.

Prísirnir fella
Nú eru vit aftur í bestu upsatíð, og nógvur fiskur er at fáa. Skipini sigla til lands full undir lúkurnar. Prísirnir eru falnir, og eingin veit, hvussu langt niður teir kunnu fara.
"Ventilurin" í fjør vár var, at Fiskimálaráðið gav loyvi til at avhøvda og innfrysta smáan upsa umborð á russiskum skipum, sum lógu við føroyskan bryggjukant kring landið.
Fiskimálaráðið vil ikki geva fiskaseljarum ella reiðaríum loyvi til at innfrysta upsa umborð á russiskum skipum í vár.
Ein annar møguleiki kundi verið, at loyvi varð givið til at frysta fisk á goymslunum, sum eru kring landið.
Men fólk í vinnuni, sum kenna lógina, siga, at hesin møguleiki er nógv skerdur við broytingunum, sum komu við fiskapakkanum. Sambært hesum, skal fiskur, sum fer óvirkaður av landinum, avskipast innan eina viku, og tað metir vinnan sum ein trupulleika, tí torført kann vera at fáa neyðugu nøgdirnar til avskipingar upp á so stutta tíð.

Ikki ráðaleysir
Gamalt er, at fiskimaðurin sjáldan er ráðaleysur, og tað er hann eftir øllum at døma heldur ikki í hesum førinum.
Sosialurin hevur tosað við keldur, sum vita at siga, at hóast nevndu forðing í lógini, verður smáur upsi í løtuni frystur til útflutnings á virkinum hjá Kollafjord Pelagic.
Menn hava funnið út av, at tað ongastaðni stendur í lógini, nær fiskur skal um uppboðssølu, og tí verður smái upsin, sum nú verður innfrystur, ikki seldur um uppboðssølu, fyrr enn hann verður avskipaður.
- Tað vísir seg, at lógarsmíð ofta hevur til endamáls at minka um møguleikarnar hjá vinnuni heldur enn at fremja møguleikar. Soleiðis kann tað tykjast, sum um vit alla tíðina hava myndugleikarnar ímóti okkum.
Keldur í vinnuni halda, at tá ið myndugleikarnir smíða lógir og kunngerðir, eru viðurskiftini ofta ikki nóg væl gjøgnumhugsað, og tí er lógarverkið líka so ofta ein bági sum fyrimunur.
- Lógarverkið kann saktans virka væl nakrar mánaðir av árinum, meðan tað ikki er egnað, tá ið umstøðurnar broytast.
Keldurnar vísa á, at várið er besta fiskitíð til upsa, og nú torført er at finna ein "ventil", sum kann taka ringasta trýstið, kunnu vit vænta, at upsaprísurin fer nógv longur niður, enn neyðugt er.
Sosialurin hevur eisini tosað við upsavirkir, sum saktans kundu arbeitt við einari vakt aftrat fyri at fáa meira fisk undan, men hesi virkir fáa ikki fólk til meira enn ta einu vaktina.

Upsin smáur
Undanfarin ár hava fiskimenn og fiskakeyparar gramt seg um, at upsin er so smáur. Men seinastu mánaðirnar er staðfest, at upsin aftur hevur verið væl frægari til støddar. Nú er fiskurin smærri aftur, tó at hann enn ikki er so smáur, sum hann var, tá ið hann var smæstur.
Støddin á upsanum hevur eisini stóran týdning fyri prísin, tí stórur fiskur er bíligari at arbeiða enn tann smái.
Fiskurin gýtir í februar og mars, men longu fyri gýtingina, plagar úrtøkan av versna, og soleiðis er eisini í ár.
Í fleiri ár hava menn undrað seg yvir, hvar tann stóri fiskurin er, nú so nógv er til av upsa. Fiskimenn hava eisini hildið, at mynstrið er broytt, soleiðis at upsin gýtir fyrri, enn hann áður gjørdi. Teir hava staðfest, at sjálvt tann smái fiskurin er fullur við rognum, og tí hava teir eisini hildið, at náttúruviðurskifti eru broytt.
- Eg tosaði við Fiskirannsóknarstovuna um hesi viðurskifti í fjør, men har hildu tey, at orsøkin er ikki, at fiskurin gýtir fyri búning. Heldur er tað so, søgdu tey, at fiskurin veksur seinni, nú so nógv er til.
Fiskimenn halda tó ikki, at upsin er rakari, enn hann vanliga plagar at verða.
- Niðurstøðan er tí, at tað er ikki alt í náttúruni, sum vit skilja so væl  ei heldur eru vit før fyri at seta orð tær broytingar, vit halda okkum síggja, siga teir.

Eingin samanburður
Í januar fingu skipini væl av stórum upsa, og fiskurin var størri, enn hann hevði verið undanfarin ár.
- Eg vil siga, at tað hevur eingin smáur fiskur verið seinastu mánaðirnar, men nú er hann smærri aftur, tó at hann ikki er so smáur, sum hann hevur verið.
Upsin, sum trolararnir fáa í dag, kann tó ikki samanberast við fiskin, sum fingin varð, tá ið umstøðurnar í sínari tíð vóru vanligar.
- Tá var upsin ofta yvirvaksin, soleiðis at hann ikki fekst ígjøgnum vanligu maskinurnar. Í dag er talið av upsa á havinum helst fýra ferðir so stórt, men fiskurin kann als ikki samanberast í stødd.
Keldur siga eisini, at í Íslandi er lítil og eingin upsi.