Tað eru alt ov nógvir peningastovnar í Danmark, og tí væntar nevndarformaðurin í Fíggjarligum Støðufesti, Henning Kruse Petersen, at fleiri smáir og meðalstórir bankar verða lagdir saman í næstum. Í dag eru 90 limir í felagsskapinum Lokale Pengeinstitutter, men Henning Kruse Petersen sigur við DR, at talið fer at liggja millum 12 og 15 eftir eina røð av samanleggingum.
-Teir smáu peningastovnarnir hava ongan livandi møguleika at standa seg. Teir kunnu ikki læna pengar á altjóða marknaðum, og teir hava einki at siga. Teir dúva bara upp á tað lokala, sigur formaðurin í Fíggjarligum Støðufesti.
Bent Naur, sum er formaður í Lokale Pengeinstitutter, er samdur við formanninum í Fíggjarligum Støðufesti um, at nakrir av av teimum smáu bankunum høvdu fingið gagn av at lagt saman við øðrum, men hann heldur ikki, at tað er støddin, sum er avgerandi.