Smærru skúlarnir fara helst í søguna

Fleiri av smærru skúlunum í Suðuroy hava ongan 1. flokk í ár. Teirra millum er skúlin á Leiti, har als eingin skúlagongd er í ár. Sannlíkt er, at hesin skúlin hevur hýst seinastu næmingum sínum. Spurningurin í dag er helst, hvør bygdarskúli verður tann næsti í røðini.

Leiti: - Er tann afturlætni skúlin á Leiti eitt fordømi fyri aðrar skúlar í oynni?!
Henda spurningin seta mong fólk í Suðuroynni sær, nú skúlagongdin á Leiti er steðgað í ár og helst eisini í framtíðini.
Farna skúlaárið gekk eitt einstakt barn í hesum skúlanum, og hevði rætt til eitt ár aftrat her. Men Sumbiar kommuna tók hinvegin stig til, at hesin næmingurin varð sendur til skúlan í Vági.
Við hesum læt skúlin aftur, og tað eru ikki øll eins fegin um. Tey óttast nevniliga fyri, at hetta dømið av Leiti kann verða fylgt við aðrar av smærru skúlunum í oynni.
Sum støðan er beint nú, eru nøkur fá børn undir skúlaaldur í Lopra og Økrum. Men sannlíkindini fyri at tey fara í skúlan á Leiti eru rættiliga avmarkaði.
Tey fara helst í skúlan í Vági, tá tann tíðin kemur.

Uttan næmingar
Tað vísir seg nevniliga, at talið av næmingum er fallandi í teimum smærru skúlunum í oynni.
Hagtølini frá Mentamálaráðnum fyri skúlarnar í Suðuroynni hetta skúlaárið vísa greitt á hesa somu gongdina:
Í Sumbiar skúla fóru tvey børn í 1. flokk í ár, meðan einki barn gongur í 2. flokki og í 5. flokki.
Í Porkeri fór bert eittans barnið í 1. flokk. Hetta sama gjørdi seg galdandi í Sandvík, har heldur einki barn er í 4. flokki.
Hinvegin so fór einki barn í 1. flokk í Fámjin, har heldur einki barn er í 3. flokki. Nevnast kann, at hagtølini vísa, at av teimum 10 næmingunum í Fánjin ganga seks teirra í 4. flokki.
Sama støðan er í Hovi, har einki barn fór í 1. flokk, og har heldur einki barn er í 3. flokki og í 7. flokki.

Steingja for ever
Tað er kortini ikki allastaðni í Suðuroynni at talið av skúlabørnum minkar.
Á Tvøroyri eru hinvegin fleiri børn í 1. flokki í ár enn í 2. flokki. Her fóru 33 børn í skúla í ár, móti teimum 28, sum nú eru í 2. flokki.
Men í Vági er talan um eina minking í ár. Hesaferð fóru bert 19 børn í skúla á fyrsta sinni, meðan 26 næmingar eru í 2. flokki. Sigast skal tó, at talið í ár samsvarar meiri við talið á næmingum í 2. og 3. flokkunum í skúlanum, har ávikavist 18 og 19 næmingar ganga.
Kortini so eru tað mong sum eru farin at hugsa um smærru bygdarskúlarnar og framtíð teirra.
Tey óttast nevniliga fyri, at tær smærru kommunurnar so líðandi fara at flyta næmingarnar á teir størru skúlarnar.
Á henda hátt tekur ein samstundis grundarlagið undan teimum smærru bygdarskúlunum.