Nú fáa tey, sum spæla dart og billiard í Klaksvík, tryggari umstøður at virka undir. Virksemið hjá feløgunum fer fram í Klaksvíkar Klubba, sum Klaksvíkar Býráð hevur leigað til endamálið.
Men nú hevur Klaksvíkar býráð samtykt at keypa klubban. Nakað av leiguni, kommunan hevur rindað, roknað upp í prísin, men tað, býráðið skal rinda afturat fyri húsið, er 1,5 milliónir.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at býráðið er komið til ta niðurstøðu, at tað er rættast at kommunan ognar sær húsið, tí so fæst í hvussu so er vissa fyri, at tað ikki fer á aðrar hendur, sum kanska brúka tað til onnur endamál. Samstundis sleppur býráðið undan at rinda leigu.
– Sostatt fáa billiardfelagið og dartfelagið tryggari karmar at virka undir, tí nú eigur kommunan húsið, so feløgini kunnu ikki verða koyrd á dyr, skuldi húsið verðið selt aðrar vegir, sigur Jógvan Skorheim.