Smálomb í Australia, nýføddir grísar í Danmark - og burturbeinan av óynsktum tvillingum

Í somu viku sum kvinnu­dagurin varð hildin kunn­aðu danskar sjónvarpsrásir okkum um ymiskar ræðu­leikar runt heimin. Ikki um støðu teirra trúgvandi í fjarum londum, sum í hund­ratali hvønn dag verða dripin vegna sína trúgv. Ella um hvat hendir teim­um trúgvandi ella ikki, sum í somu londum, og tey eru ikki fá, vága at tosa ímóti teim ráðandi. Nei, teir ræðuleikarnir hava sjáldan slíkan áhuga hjá almennu Public Service rásunum, at tær kenna sær ábyrgd at bera teir víðari. Vilt tú frætta um hesar og aðrar veruleikar, mást tú sjálvur leita tær vegir at finna teir

Tíðindini hesar dagar vóru um, hvussu illa austral­iumenn- og kvinnur fóru við teirra nýlembdu lombum, sum uttan doyv­ing fingu ull og skinn rund­an um kynsgøgnini klipt burtur, til blóðið fleyt. Hetta varð gjørt, fyri at forða ávísari flugu at leggja egg síni har. Tí hendi tað, var møguleikin stórur fyri at lambið gjørdist sjúkt og doyði. Mátin tey hinumegin jørðina fóru við hesum neyðars lombum skakaði danir og óivað onnur, og tosað varð um at boykotta ullakeyp úr Australia.

Kvøldið eftir vísti dansk­ur serkønur í grísahaldi á, at hóast satt var, sum send­ingin segði, so var her talan um danskan dupult­moral. Hann vísti á, at eins og australiubúgvar mis­handlaðu smálomb, soleið­is mishandla danir grísar. Uttan doyving verða hesir smáu grísar geldir, fyri í smakki at toknast keyp­ar­um, tá seljast skal.

Í somu viku, meini tað var kvøldið eftir, greiddu serlæknar frá, hvussu teir nú, á donskum sjúkra­hús­um megnaðu at uppfylla ynski foreldra, sum bert ynsktu sær eitt barn, men har ultraljóðkanning vísti, at tvillingar vóru á veg. Hegnisliga ber nú til at fara inn og taka annað fostrið, og harvið nøkta ynski foreldranna. Í sendingini vóru nøkur, sum royndu at muta ímóti, men til fánýtis. Eisini her kom ta veika, hesuferð ófødda barnið, í aðru røð, aftan fyri sjálv­søkna ynski manna.

Gott at tíðindini um ringu viðferðina av smá­lombum berast runt knøtt­in, og fyri neyðini at hetta fær danir at taka í egnan barm í sambandi viðferð­ina av smáu grísunum. Men nær vaknar mannættin og sær ræðuleikarnar, sum hvønn dag verða framdir móti tí mest verjuleysa av øllum - ófødda barninum? Hvussu leingi megna menn og kvinnur runt heimin at lata eyguni aftur fyri hesum størsta ræðuleika, søgan veit um at siga? At vit kalt og kyniskt loyva enntá ríkum samfeløgum at loysa sosialar trupulleikar við at nokta óføddum sjálvsagda rættin til lívið? Hvar eru tær røddir, sum dag og nátt áttu at talað at og tosað sak hesa veiku?

Hvi velja so mong tøgnina?

 

p.s.

fløvandi var at hoyra, at millum tær 100 kvinnurnar, ið møttu í Norðurlandahúsinum kvinnudagin, vóru nakrar, ið valdu at verja tað ófødda. Og vitanin um, at tær 120, ið sama dag møttust í Skálabotni manna garð um tey veiku, birtir vón fyri komandi ættarlið.