- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis smáligur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
In.fo kann leggja aftrat, at fiskiskapurin hjá partrolarunum man vera misjavnur, tí í vikuni gjørdu partrolararnir, Heykur og Falkur, roktúr á upsaveiði.
Heykur og Falkur, sum royndu sunnast í føroyskum sjógvi, vóru bara úti í fýra dagar. Tá teir komu inn at landa í vikuni, høvdu teir ikki minni enn 400.000 pund, sum er ein rættiligur roktúrur.
Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, var eitt partrolarapar á makrelveiði. Soleiðis var eisini um hesa tíðina í fjør, tá fleiri skip fingu væl burturúr.
- Tríggir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap, men neyvan kemur nakar teirra inn at landa fyrr enn í endanum av næstu viku ella fyrst í aðru viku. Tveir fiska upsa, og ein fiskar svartkalva og kongafisk.
Lagt verður aftrat, at ein trolbátur er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu - og hinir eru antin vestan fyri ella eystan fyri og fiska havtasku.
- Trolbáturin, sum er norðan fyri og fiskar tosk og hýsu og tveir, sum fiska havtasku, koma væntandi inn at landa mánadagi.
At enda vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at fiskiskapurin hjá trolbátunum er á einari leið í løtuni.