Á Landingarmiðstøð Føroya á Toftum vænta teir nakað av fiski gjøgnum dagin, meðan á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará er púra turt gólv. Tað er lítið av fiski komið upp á land seinastu dagarnar, men í dag eru útróðrarbátarnir úti aftur.
Onkur bátur er longu komin at landa, og eg vænti, at tað kemur nakað av fiski upp á land gjøgnum dagin, sigur Harry Benjaminsen á Landingarmiðstøð Føroya á Toftum.
Línuskipini eru eisini farin út aftur, og Harry sigur, at góði streymurin ger, at skipini helst ikki koma inn aftur fyrr enn um vikuskiftið ella fyrst í næstu viku.
Fiskiskapurin er hampiligur, og prísirnir eru bæði stabilir og rímiligir, sigur Harry Benjaminsen.
Eisini á landingarmiðstøðini Kongshavn er lítið at gera. Har er gólvið skróturt, og skipini eru ikki væntandi inn aftur fyrr enn seint í vikuni ella tíðliga í næstu viku.