Smáliga upsaveiðan gongur útyvir Sandoynna

Í seinastuni hevur lítið virksemi verið á flakavirkinum hjá Sandoy Seafood í Skopun. Nú Eysturbúgvin, sum er álitið í oynni, aftur er farin á upsaveiði, er væntandi, at meiri virksemi verður í Skopun. Í Hvalba sær hinvegin betri út

FISKAFRAMLEIÐSLA

Upsaveiðan hjá partrolarunum hevur verið heldur sløk í ár, og serliga hevur veiðan roynst illa í summar. Hetta hevur gingið útyvir virksemi hjá virkjunum sum arbeiða upsa.
Nú heystið stendur fyri, verður vóna, at meiri upsi verður at fáa, og onkrar ábendingar eru um, at soleiðis verður.
Í gjár vóru partrolararnir Jaspis og Ametyst í Saltangará við fullari last av góðum upsa, og mikudagin landaðu eisini partrolararnir Hamranes og Breiðanes góða upsalast í Hvalba.
Tá upsin hevur verið álitið hjá fleiri fiskavirkjum seinnu árini, nú lítið hevur verið at fingið av toski og hýsu, hevur tað eisini gingið útyvir útboðið av fiski, at eisini henda veiðan hevur verið í lakara lagi.

Lítið virksemi
Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood á Tvøroyri, sum eisini er stjóri á Sandoy Seafood, sigur, at lítið virksemi hevur verið á flakavirkinum í Skopun í seinastuni.
- Nú Eysturbúgvin, sum er álitið í oynni, er liðugur á gulllaksi og aftur er farin á upsaveiði, vænta vit, at tað verður heldur frægari við ráfiski og arbeiði í Skopun. Eysturbúgvin leggur at kalla hvørja upsalast upp í Sandoynni, sigur hann.
Stjórin vísir á, at tað kortini ikki er soleiðis, at teir, sum eiga Eysturbúgvan, lata fiskin bíligari enn tað, sum fiskurin annars kostar á marknaðinum.
- Men skipið er heimahoyrandi í oynni, og tí passar tað teimum eisini væl, at veiðan verður løgd upp í oynni. Vit eru sjálvsagt sera fegin um tað samstarv, vit soleiðis hava við skip og manning, sigur Magnus Jespersen.

Frægari í Hvalba
Delta Seafood hevur eisini sín leiklut í virkseminum hjá TG Seafood í Hvalba.
Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at í Hvalba hevur verið væl frægari við fiskaarbeiði, tí skipini, sum landa til virkið, eru fleiri í tali.
- Í Hvalba er rættiliga støðugt arbeiði, og í gjár vóru partrolararnir Hamranes og Breiðanes inni við 240.000 pundum av upsa.
Hini skipini, sum eru heimahoyrandi í Hvalba, og sum soleiðis eisini eru partur av ráfiskagrundarlagnum undir TG Seafood, eru Steintór og Sjagaklettur.
Meðan Magnus Jespersen harmast um lítla virksemi, sum verið hevur í Sandoynni í heyst, fegnast hann um, at væl meiri hevur verið at gjørt á virkinum í Hvalba

Dugnaligir menn
Leggjast kann aftrat, at tað er ikki bara sum at siga tað at reka fiskavirkisvinnu á fleiri støðum, soleiðis sum Magnus Jespersen og hansara dugnaligu fólk gera á Tvøroyri, Hvalba og í Skopun.
Men hetta ber til, tá vilji, treysti og dugnaskapur eru til steðar, og tá umstøðurnar annars hátta sær so nøkulunda.