FÓLKASKÚLIN
Eins og í Føroyum hevur í okkara grannalondum og víða hvar verið hildið, at einki beinleiðis samband er ímillum næmingatal í skúlaflokkum og úrslit, sum verða rokkin. Ein stór nýggj kanning, sum ein serfrøðingabólkur í svenska fíggjarmálaráðnum hevur gjørt í samstarvi við lærdar háskúlar í USA og Hollandi, vísir, at støðan er júst tann øvugta. Granskarar staðfesta, at næmingarnir fáa nógv betri úrslit, tá ið teir ganga í flokkum við fimtan næmingum enn til dømis í einum flokki við 22 næmingum. Serliga veikir næmingar hava gagn av hesum.
Kanningin í Svøríki er gjørd millum 556 næmingar á 16 ymsum skúlum. Úrslitini samsvara við líknandi kanningar uttanlands. Granskarar, sum hava gjørt kanningina, ávara ímóti at skerja játtanirnar til skúlarnar, og vísa á, at tað verður ein vinningur fyri alt samfelagið at avmarka talið í hvørjum skúlaflokki.
Í Noregi var orðaskifti í vár um at taka burtur hámarkið á næmingatali í norskum skúlum. Óttin hjá foreldum og lærarum í Noregi er, at tað førir við sær nógv størri flokkar og verri dygd í undirvísingini.