Smádreingir stjólu øl - fingu politihundar eftir sær

Beint fyri klokkan hálvgum trý seinasu nátt boðaði ein maður politinum frá, at nakrir dreingir høvdu verið í hjalli hansara í Hoyvík og tikið ein kassa av øli. Politiið fór í býlingin, men har vóru eingir dreingir at finna.

So kom nakrir politistar aftrat við hundum at leita.

Tað vísti seg, at dreingirnir høvdu krógvað ølið í eini húsagrund, og so var bara hjá politinum at bíða, til dreingirnir komu eftir tjóvagóðsinum.

Tað gekk hálvur annar tími, so komu dreingirnir. Teir høvdu bestan hugin at rýma, men teir ræddust hundarnar.

Dreingirnir vóru bara 14 og 15 ára gamlir, og tí vórðu boð send bæði eftir foreldrunum og barnaverndini at vera hjástødd, tá ið dreingirnir vórðu avhoyrdir.

Leggjast kann afturat, at tað er altíð eitt gott hugskot at hava lás á hjallinum. Hesin stóð ólæstur.