Smábarnafamiljur í Tvøroyrar kommunu

Jonhild A. Nielsen
Valevnið á lista C

Eg haldi at um ein smábarnafamilja skal støðast og klára seg í dag, mugu vit royna at gerða alt hvat vit kunnu fyri at hetta skal bera til . Vit kunnu byrja við at bjóða sysktinarabat í barnagarðinum, dagrøktini, og frítíðarskúlanum. Hetta hevði lætt munandi um hjá nógvum familjum.
Nógvar lappaloysnir eru gjørdar, á okkara stovnum og skúlum tey seinnu árini. T.d er Tvøroyrar Skúli ikki í serliga góðum standi. Takið er blivi skift á Tvøroyrar Skúla, men hetta er ikki nóg mikið. Átrokandi hølistrupulleikar eru, og tað má loysast sum skjótast.
Barnagarðurin hevur nú verið í nógv ár og er hann ikki rættiliga tíðarhóskandi. Eitt spælipláss sum er alt ov lítið og ikki eru spæliamboðini børnini hava at spæla við uttandurða í serliga góðum standi.
Stóra parkeringsøkið framman fyri útibarnagarð, frítíðarskúla, og dagrøkt, skal gerðast tryggari fyri okkara børn at ferðast á. Her er rættiliga nógv ferðsla á hesum økinum, og tað er her øll skúlabørn og tey, ið eru yngri ferðast dagliga.
Gott val.