Smíða borðabátar í Fuglafjarðar Kvøldskúla

- Hetta er fyrsta árið, eg havi hetta skeið, og skeiðið er fullteknað, men tað er altíð pláss fyri einum næmingi aftrat, sigur Sonnie Rasmussen.

 

 

Í Fuglafjarðar Kvøldskúla er ein rúgva av skeiðum, sum fólk hava teknað seg til, og eftir heystfrítíðina fóru skeiðini í gongd. Flestu skeið eru nú proppfull, men er tað onkur, sum heldur seg hava sitið sjóvarfallið av sær, ber til at venda sær til lærararnar í ymisku lærugreinunum og spyrja seg fyri.

Millum mongu møguleikarnar úr rúgvuni, kunnu fólk eisini læra at smíða ein føroyskan borðabát saman við bátasmiðinum, Sonnie Rasmussen. Hann smíðaði fleiri bátar í áttatiárunum, bæði opnar føroyskar bátar - heilt úr 4-mannaførum og upp eftir, og hann smíðaði eisini nakrar deksbátar, sum vóru upp í 39 føtur langir.

- Hetta er fyrsta árið, at eg havi hetta skeið á kvøldskúlanum, og skeiðið er fullteknað. Vit eru átta, harímillum ein kvinna, og skuldi tað verið soleiðis, at onkur hevur hug at koma aftrat, ber til at ringja og spyrja seg fyri, sigur Sonnie Rasmussen og vísir á, at hann sum 14-15 ára gamal smíðaði teir fyrstu borðabátarnar. 

Tá hann so gjørdist vaksin, var tað hansara arbeiði at smíða og umvæla bátar, bæði smáar bátar og størri bátar við dekki. - Umframt at smíða og umvæla, bygdu vit eisini hús, og vit vóru einir 15 mans í fyritøkuni, tá mest var at gera, harav einir 3-4 lærlingar. 

Sonnie Rasmussen, sum er føddur og uppvaksin upp í Søldarfirði, sigur, at hann altíð hevur havt áhuga fyri føroyskum bátum, og hann var blaðungur, tá hann plagdi at fara í báti yvir á Skála at hjálpa bátasmiðinum har at halda í og halda fyri, tá hann klinkaði.

Deksbátarnir, sum teir smíðaðu í Fuglafirði, vóru ikki súðubygdir, sum vanligt er við føroyskum træbátum. - Vit fresaðu borðini saman, soleiðis at borðssíðurnar vóru slættar, bæði uttan fyri og innanfyri. Hetta var nýtt, men eg valdi at gera soleiðis, og tað riggaði óføra væl.

Spurdur, hvussu honum dámar at undirvísa í borðabátasmíði í Fuglafjarðar Kvøldskúla, sigur Sonnie Rasmussen, at hetta er áhugavert, men tað er eisini ein avbjóðing. - Um tað er trupult hjá onkrum næmingi í byrjanini, lati eg tey vita, at vit gera hetta í felag, sigur hann brosandi. 

Hann vísir á, at næmingarnir á kvøldskúlanum eru farnir í holt við hvør sín bát, og hann heldur, at hetta nokk skal gerast eitt spennandi og læruríkt kvøldskúlaskeið. Borðabátasmíð er í Fuglafjarðar Kvøldskúla hóskvøld frá klokkan 18-22.

- Hetta eru fýra tímar, men eg kann lova fyri, at tíðin flýgur avstað. Skeiðið koyrir til einaferð út á várið, sigur Sonnie Rasmussen og leggur aftrat, at hóast skeiðið er fullteknað, er altíð pláss fyri einum næmingi aftrat.