Sluppu ikki inn í kioskina

Í nátt hevur onkur roynt at sloppið inn í kioskina á eystaru bryggju í Havn. Aftanfyri á bygninginum er ein lítil lúka. Tað var gjøgnum hesa, sum teir óbodnu gestirnir ætlaðu sær við at knúsa hana.

Hetta eydnaðist tó ikki, tí eigarin hevði ein alarm inni. Og hesin alarmurin segði beinanvegin frá hvat var á vási.

Fráboðanin um tilburðin kom til løgregluna kl. 8 í morgun, men líkt er ikki til at nakað er stolið.