Sluppu heilt væl burtur úr storminum í nátt

Tað hevur verri rættiliga fitt av vindi í nátt og seint í gjárkvøldið var hann oman fyri 30 metrar um sekundið nógvastaðni, og onkustaðni oman fyri 40 metrar eisini við hvirlum upp á yvir 50 metrar um sekundið.

 

Men løgreglan sigur, at vit eru sloppin sera væl burtur úr storminum, tí higartil hava tey ikki fingið nakra fráboðan um stormskaðar.

 

Hesin stormurin vardi bert nakrar fáa tímar og nú hæsar hann rættiliga skjótt av. Annars sigur løgreglan, at sum heild hevur tað eisini verri ein sera friðarlig nátt upp á allar aðrar mátar eisini.