Slovakia og Rumenia tóku øll á bóli

EM24: Slovakia stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum hingartil í endaspælinum

Slovakia vann í dag 1-0 á Belgia. Hetta er óvia mest óvæntaða úrslitið til EM-endaspælið í Týsklandi. Ivan Schranz skoraði longu aftaná sjey minuttir. Slovakia kunnu prísa seg lukkuligar fyri Romelu Lukaku.

 

Belgiski áleyparin brendi tríggjar stórar møguleikar og tá hann skoraði – sum hann gjørdi í tveimum førum, so var VAR í vegin. Fyrru ferð fyri rangstøðu og seinnu ferð fyri hond.

 

Belgia – Slovakia 0-1 (0-1)

 

0-1 Ivan Schranz, 7

 

Belgia: Casteels; Castagne, Faes, Debast, Carrasco (Lukébakio 84); Onana, Mangala (Bakayoko 58); Trossard (Tielemans 75), De Bruyne, Doku (Openda 84); Lukaku

 

Slovakia: Dúbravka; Pekarík, Vavro, Škriniar, Hancko; Kucka, Lobotka, Duda (Obert 94); Schranz (Duriš 80), Boženík (Strelec 70), Haraslín (Suslov 70)

 

Rumenia fekk sína bestu byrjan upp á eitt EM-endaspæl nakrantíð. Hetta er fyrstu ferð síðani 3-2 sigurin á Onglandi til EM 2000, at Rumenia skorar trý mál í einum og sama endaspælsdysti. Besta málið átti Nicolae Stanciu, tá hann legði Rumenia á odda.

 

Hetta er eitt rímiliga óvæntað úrslit. Andriy Lunin, ukrainiski málverjin hjá Real Madrid, hevur havt eitt framúr kappingarár, men hann spældi illa. Eftir dystin bað hann um umbering fyri sítt avrik.

 

Rumenia – Ukraina 3-0 (1-0)

 

1-0 Nicolae Stanciu, 29

 

2-0 Răzvan Marin, 53

 

3-0 Denis Drăguş, 57

 

Rumenia: Niță; Rațiu, Drăgușin, Burcă, Bancu; M. Marin (Rus 75); Man (Hagi 62), R. Marin, Stanciu (Racoviţan 87), Coman (Mihăilă 62); Draguş (Puşcaş 75)

 

Ukraina: Lunin; Konoplia (Tymchyk 72), Zabarnyi, Matviyenko, Zinchenko; Stepanenko (Brazhko 62), Shaparenko (Yaremchuk 62); Tsygankov (Yarmolenko 62), Sudakov (Malinovskyi 83), Mudryk; Dovbyk

 

Bólkur E:

 

1: Rumenia 3 (+3)

 

2: Slovakia 3 (+1)

 

3: Belgia 0 (-1)

 

4: Ukraina 0 (-3)