Í 1982 var hann við til at leggja lunnar undir eitt tað størsta frambrotið í føroyskari ferðavinnusøgu. Og 4. juli, tað er nú fríggjadagin, fyllir hann 70. Tað er Óla Hammer, vit tosa um. Tað var hann, sum saman við Jógvani í Dávastovu og Andrias Joensen tók stig til at útvega okkum Norrønu, sum líka síðani hevur havt ómetaligan týdning fyri føroyska ferðavinnu.
Óli Hammer varð stjóri í felagnum og síðani varð hann ein ímynd av okkara ferðafólkaflutningi ímillum lond við skipi.
Preben Jack Petersen á Travel Business & Travel People í Danmark, staðfestir í eini føðingardagsheilsan, hann hevur sent okkum, at tá ið Smyril Line varð stovnað í 1982, var endamálið at skipa fyri ferðafólkaflutningi í Norðuratlantshavi við Føroyum í miðdeplinum. Áðrenn tað høvdu føroyingar dúvað upp á donsk og íslendsk ferðamannaskip, men nú fingu vit okkara egna.
Í fyrstu var talan um summarsigling og um veturin varð Norrøna leigað út til Nato-venjingar og sum býli til flóttafólk í Keypmannahavn
Men sum árini liðu, varð grundarlag fyri at hava Norrønu í ferðamannasigling alt árið. Í nógv ár varð siglt ímillum Føroyar, Island, Noreg, Hetland og Danmark, men seinastu árini hevur Norrøna bara siglt ímillum Føroyar, Ísland og Danmark. Í 2005 fekk Smyril Line ta nýggju Norrønu og sama árið legði Óli Hammer frá sær sum stjóri.
Fyri nøkrum árim síðani segði Óli Hammer við Sosialin, at orsøkin til, at teir fóru í holt við at stovna Smyril Line, var, at politiski myndugleikin hevði spælt fallit, og spurningurin um føroyska uttanlandssigling kostaði eitt landsstýri. Hetta var sonevnda Lassa II-málið, sum sleit eina samgongu.
Eftir at nýggj samgonga varð skipað, og nýtt landsstýri kom til, vildu hesi stuðla keypi av einum skipi, treytað av, at felagið var privat. - Eitt annað, sum gjørdi, at vit fóru í gongd, var, at vit hoyrdu, at íslendingar høvdu leigað skip, sum skuldi setast í sigling várið eftir. Hetta gjørdi eisini sítt til, at vit komu upp úr stólinum.
Hann segði at undirtøkan millum føroyingar var sera stór, men kortini gjørdist fíggjarliga orkan ikki stór. Landskassin teknaði seg fyri 20% av partapeninginum og veitti veð fyri 20% av lántøkuni. Gamla Norrøna byrjaði at sigla rutuna hjá Smyrli, nevniliga Tórshavn, Bergen, Hanstholm, Bergen, Tórshavn, Scrabster, Tórshavn, Seyðisfjørður, Tórshavn. - Í 1984 gjørdu vit av at broyta rutuna, og at seta Norrønu í beinleiðis kapping við Winston Churchill hjá DFDS, sum tá hevði siglt upp á Føroyar í eini 100 ár.
Tá fara vit at sigla beinleiðis upp á Hanstholm, meðan teir sigla upp á Esbjerg. Vit niðurløgdu eisini Scrabster-rutuna, men fyri at varðveita sambandið við Bretland, tóku vit Lerwick við. Seinasti túrurin hjá Winston Churchill til Føroya var í 1991 og síðani tá hevur Norrøna røkt sjóvegis ferðasambandi einsamøll.
Preben Jack Petersen skrivar, at føðingardagin fríggjadagin heldur Óli Hammer í Danlandi í Bogense á Fjóni saman við nærmastu familjuni.
|