Tíðindaskriv:
Hátíðarløta verður við Tinghúsvegin 10 í Havn, sunnudagin 8. februar kl. 13:30, táið Sloans Savn verður latið upp, og minnisvarði til minnis um William Gibson Sloan verður avdúkaður.
Í nøkur ár hevur verið arbeitt við at seta á stovn eitt savn til minnis um trúboðaran William Gibson Sloan og samtíð hansara. Hann var føddur í Dalry í Skotlandi 4. sept. 1838 og kom til Føroya á fyrsta sinni í 1865. Hann virkaði einsamallur í nógv ár, og gjørdist hansara trúboðaravirki upprunin til brøðrasamkomurnar í Føroyum. Í 1881 giftist hann Elsebeth Isaksen, vanliga nevnd Elspa í Geil, og í 1888 fluttu tey í egin hús við Tinghúsvegin í Havn. Tað er í hesum húsunum - Sloans Húsi - við Tinghúsvegin 10, at Sloans Savn heldur til.
Meðan arbeitt varð við Sloans Savni, tóku einstaklingar stig til at reisa minnisvarða, sum Hans Pauli Olsen nú hevur myndað.
Á hátíðarløtuni syngur Ebenezerkórið, hugleitt verður um Sloan og minnisvarðan, og heilsanir verða bornar fram.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og boðið verður til ein drekkamunn í Ebenezer aftaná, skrivar nevndin fyri Sloans Savn.










