Í ár verður ólavsøkan hjá Niels Edvard Olsen eitt sindur øðrvísi, enn hon so mangan hevur verið.
Hann er leiðari hjá Frelsunnarherinum í Havn og hann er mangan til arbeiðis ein stóran part á ólavsøkuni.
Arbeiðið, hann hevur havt á ólavsøku, hevur verið at ganga vakt á herberginum hjá frelsunnarherinum.
Men í ár sleppur hann at halda frí, tí hesa ólavsøkuna eru tað onnur, sum hava vaktirnar.
?So í ár sleppi eg at gera, hvat eg vil, sigur Niels Edvard Olsen.
Men tað skilst kortini á honum, at tað verður ikki tað heilt stóra, hann fer at gera burturúr ólavsøkuni, hóast hann nú hevur møguleikan til tað.
? Mær dámar ólavsøkuna væl. Tað er stuttligt at ganga aftur og fram og møta fólki, ein kanska ikki hevur sæð í nógv ár.
? Men at ganga ordiliga og mala oman og niðan á ólavsøku, tað tími eg ikki longur.
? Kanska eri eg blivin ov gamal. Ella kanska er tað tað, at eg síggi so nógv rúsað fólk til dagligt, at eg føli ikki beinleiðis trongd til eisini at síggja tað á ólavsøku.
Tað, hann sipar til, er sjálvandi herbergið hjá Frelsunnarherinum, sum hvørja nátt hýsir einum 5-6 fólkum.
Hann sigur annars, at á herberginum merkja tey ikki nakað serligt til, at tað er ólavsøka.
? Tey, sum koma til okkara eru tey somu. Og hjá teimum er ongin munur á ólavsøkuni og restini av árinum.
Hann sigur, at tey, sum gista á herberginum eru heimleys í orðsins rætta týdningi.
Og hann hevur kensluna av, at trupulleikin er versnandi, tí hann heldur, at tað verða fleiri og fleiri sum gista á herberginum.
? Tað er eisini ein versnandi trupulleiki, at at nú kemur tað oftari og oftari fyri, at tey, sum gista hjá okkum, eru ávirkað av øðrum rusevnum enn rúsdrekka, og tey eru ikki altíð so løtt at fáast við. Fyrr var tað ?bara? rúsdrekka, vit høvdu at dragast við og tað var eitt sindur lættari, sigur Niels Edvard Olsen.
Annars heldur hann ikki, at tað er meiri drykkjuskapur á ólavsøku nú, enn tað var fyrr.
?Tað eru sjálvandi nógv fleiri fólk á ólavsøku nú, enn tað vóru fyrr, so tað er kanska eitt sindur sjónligari nú.
Vil ikki hava skylduna
Annars fer Niels Edvard Olsen at vera við á teimum útimøtum, sum Frelsunnarherurin aftur í ár hevur uttanfyri Gamla Bókhandil báðar ólavsøkudagarnar. Ólavsøkuaftan eru møtini klokkan 17 og klokkan 23 og ólavsøkudag eru tey kl. 16 og kl. 23.
?Annars plagi eg altíð at royna at fáa kappróðurin við, tí tað dámar mær væl.
Men í Gundadal, tað fer leiðarin á Frelsunnarherinum ikki.
Tað er ikki tí, at honum ikki dámar fótbólt, at hann heldur sg langt burtur frá Gundadali.
Tvørturímóti dámar honum sera væl fótbólt og hann var fastur fusur í Gundadali í sínum døgum.
?Men so byrjaði B 36 at tapa og teir bara tapti. Og onkusvegna helt eg, at tað var mín skyld. Hvørja ferð, eg var í Gundadali, tapti B 36, so eg helt, at tað var frægast bara at halda seg burtur.
? Tað skal so ikki vera mín skyld at teir tapa, sigur Niels Edvard Olsen.ið! Øði kom í rossið, sum fór spolandi oman gjøgnum hagan.
Oh Harrans ólukka. Sigmaðurin kom við fullari ferð upp gjøgnum bergið við øllum fonginum. Fótafimur var hann, so hann rann uppeftir. Men tá hann kom um upsina, vóru bara maðurin og nakrir havhestaveingir eftir á endanum. So nógv hevði ferðin verið upp gjøgnum bergið.
»Tú átti at fortalt frá, tá tit báðir vóru uppi her«, sigur Jóan Petur við Harald.
Jú, Harald gongur við til at fortelja.
Teir høvdu verið tveir mans uppi í berginum og vóru á veg aftur í bátin. Eitt sindur høgt var at loypa, og hann var tann fyrri maðurin, sum leyp. Tað gekk væl, men tá tann seinni skuldi loypa, var báturin farin frá, og hann fór í havið og líka á botn.
Tað var ikki við mýkindum, hann kom uppaftur. Har lá hann við høvdinum undan og lovaði at drepa. Hann var í øðini og legði teir undir at hava gjørt tað við vilja.
Kópurin undir oynni liggur
Undir Djúpabergi var væl av kópi at síggja fram við landi. Onkuntíð stóðu einir tíggju grúkar undan samstundis. Og á eini fles lógu teir og hugnaðu sær. Tað var hugtakandi og stuttligt at síggja, at ikki bara fuglur er fram við landinum.
Men fuglurin var har. Larmurin av ritu og karrandi lomviga kappaðist um sansirnar við deymin av fuglaskræpu, sum stóð so tráður niður úr drangunum, vit sigldu tætt inni undir.
Í erva fleyg lundin. Og hann er nógvur í ár, láta teir at. At okkurt skip er farið at selja íslendskan lunda, halda teir ongan vanda vera. Tann føroyski er bíligari og man fara at verða seldur kortini.
Hinvegin hildu teir ikki, at havhesturin tolir nakra ovveiðu longur. Hann er í minking, halda sandingarnir.
Men nógv er til kortini. Og skúgvurin fær ein bita soleiðis av og á, so hvørt, sum tað dettur ein pisa á sjógvin, ella hann kann taka sær eina sjálvur.
Hóast tað er heldur sjáldsamt, upplivdu vit á túrinum hendan dagin at síggja skúgvin verða jagaðan. Tað var ein bakur, sum legði eftir honum, og skúgvurin, sum annars plagar at vera tann, sum eltir, helt undan.
Komnir norð á Lokloysi, legði Jóan Petur inn á víkina. Her er gomul neyðhavn hjá bátum, sum noyddust at seta upp fyri veður. Steindeytt var innan fyri hendan dagin, og vit fóru á land.
At teir hava nýtt plássið sum lending, sæst týðiliga enn. Farvegurin av einum spæli at taka bátarnar upp við, sæst væl.
Vt gingu suður eftir helluni. Sóu onkra lundapisu, sum var farin heldur tíðliga úr holuni. Nakrar deyðar lundar og onkra ritupisu, sum sundurskrødd lá á helluni.
Teir staðkendu menninir bóðu okkum halda okkum annaðhvørt heilt inni undir loftinum ella uttast á helluni, tí steinar kundu detta úr berginum. Har ferðast bæði fuglur og seyður í erva. Og meðan vit gingu, kom ein lítil steinur sendandi í helluna ikki langt frá okkum. Men hann rakti ongan, og vit komu væl nøgd aftur í bátin.
Fyri okkum, tá vit komu út aftur, stóðu tveir kópar. Annar kavaði og var so óheppin at koma upp aftur beint fyri stevninum á bátinum, sum kom spakulig glíðandi fram við helluni. Kópurin gjørdist rættiliga kløkkur, og tað var ein øgiligur brestur, tá hann kavaði aftur. Hann er helst flýddur langt, tí vit sóu hann ikki koma uppaftur.
Fakta:
Siglitúrur fram við Sandoynni fyri vestan.
Eisini verða túrar gjørdir undir Skúvoynna og Stóru Dímun.
Siglt verður við seksæringinum Hvíthamri.
Túrurin undir Sandoynna tekur umleið fýra tímar.
Kostnaður: kr. 150,- fyri hvønn.
Tilmelding er hjá Jóan Petur Clementsen á Sandi.
Tlf. 36 10 19
Fartlf.28 61 19
Ella á Sandoyar Kunningarstovu
Tlf.36 18 36
Fartlf.22 20 78