Almannaverkið sleppur helst frá at seta sparingar í verk, sum ætlað. Seinastu tíðina hevur tað vakt ans, at Almannaverkið mátti seta sparingar í verk, tí samgongan skerdi játtanina, tá ið fíggjarlógin varð samtykt. Ein avleiðing var, at umlættingin mátti skerjastr, tey vardu verkstøðini skuldu spara og stuðulin til fólk við serligum tørvi, skuldi avmarkast.
Men nú Løgtingið viðgerð eitt mál um at játta pening til alskyns endamál, hevur samgongan, og Sjálvstýri, gjørt av at játta Almannaverkinum tríggjar milliónir afturat fyri at sleppa undan hesum sparingum. Sostatt slepst undan at seta sparingarnar í verk -men tey ásanna kortini, at starvsfólkatrot er ein trupulleiki og eydnast tað ikki at fáa neyðug starvsfólk, slepst kanska ikki undan skerjingum.
Men samgongan og Sjálvstýri siga, at skulu hesar tríggjar milliónirnar fella aftur í landskassan, tí Almannaverkið sleppur ikki at brúka tær til onnur endamál.