Sleppa frá at hava bensindunk við á fjall

Ein eyka inntøka skal eggja teimum, sum hava seyð, at fara væl við ullini

Í ár sleppa tey, sum eiga seyð, frá at hava bensindunkin frá sær, tá ið tey fara at reka í ullarroyting í summar. Ætlanin er nevniliga at fara taka ímóti ull, og tað er Búnaðarstovan, sum fer at skipa fyri móttøkuni.

 

Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni sigur, at ætlanin er at lata so mikið av pengum fyri góða ull, at tað skal eggja teimum, sum hava seyð, at taka hana til avreiðingar.

 

Landskassin hevur latið 300.000 krónur í stuðuli til at fáa eina ullarmøttøku á føtur. Tað er talan um at virka ullina í Føroyum, við teimum lønum og øðrum útreiðslum, sum eru galdandi her.

 

Tróndur Leivsson sigur, at fyri at fáa prís fyri ullina, verður hon vrakað. Tað, sum liggur í kortunum er, at ullin verður bólkað í tveir flokkar. Fyri fyrstafloks ull, tað er ull, sum er rein og væl viðfarin, verður fyribils tosað um at lata ein prís á 15 krónur fyri kilo.

 

Men fyri gamlar pesjur, fyri ull, sum er skitin og full í skræpu ella sproytumáling, ella hevur gamlar bøtur seymaða upp í, verður at kalla ongin prísur latin, kanska einar tvær krónur fyri kilo.

 

- Prísurin er ikki lagdur fastur enn, men ætlanin er at seta prísin soleiðis, at tað skal eggja teimum, sum eiga seyð, at fara væl um ullina, og at avreiða hana fyri at fáa eina eyka inntøku.

 

Ætlanin er so at pakka ullina á Búnaðarstovuni, men so kunnu tey, sum fáast við ull, keypa ull til virkingar.

 

Ullarmóttøkan verður á Búnaðarstovuni í Kollafirði, men ætlanin er eisini at skipa soleiðis fyri, at ullin kann verða tikin kring landið.

 

Tosað hevur verið um at gera eitt samstarv við IRF um eina slíka skipan. IRF er áhugað í eini slíkari skipan, tí felagið hongur uppá ullina kortini, tí nógv av henni endar í brenniovninum í Leirvík, og tað er eisini kostnaðarmikið fyri IRF. Men tað er ikki heilt greitt, hvussu tað verður skipað, sigur Tróndur Leivsson.

 

Hann er greiður yvir, at tað verður ikki eftir einum árið, at tað fer at eydnast at fáa ullina til høldar.

- Hetta er ein ætlan, sum má ganga yvir í nøkur ár fyri at fáa tað á føtur, leggur hann afturat.