Sleppa av við rusk og spillolju

Tofta havn hevur gjørt nógv fyri at uppfylla heilsufrøðiligu krøvini, sum sett verða til havnir.
Við landingarmiðstøð og fiskamarknaði á Toftum, hevur Tofta havn vitjan av nógvum skipum og bátum gjøgnum eitt ár.
- Fyri at hesi kunnu sleppa av við ruskið, hevur kommunan sett fýra bingjur á havnaøkið til móttøku av eitt nú vanligum ruski, jarni, akkumulatorum og neti/ línu. Umframt hetta hava vit sett upp tveir oljutangar til móttøku av spillolju.
Nes kommuna fegnast um, at Tofta havn soleiðis uppfyllir tey heilsufrøðiligu krøvini, sum verða sett til havnir.