Makedonar eru í øðini inn á teir báðar íslendsku dómararnar, sum dømdu dystin millum Makedonia og Týskland í EM-hondbóltskappingini í gjárkvøldið. Dysturin endaði 24-23 til Týskland, men makedonar halda uppá, at teir høvdu bóltin í tí týska málinum nøkur fá sekund, áðrenn dysturin endaði, tá teirra stóra stjørna, Kiril Lazarov (myndin), skjeyt.
Men teir báðir íslendsku dómararnir Anon Gylfi Pálsson og Hlynur Leifsson gjørdu av, at tað var ikki mál.
Makedonska hondbóltssambandið kærdi avgerðina hjá dómarunum til aganevndina hjá tí evropeiska hondbóltssambandinum EHF, men seinnapartin kunngjørdi aganevndin, at hon hevði víst kæruni frá sær.
Makedonar hava freist til í kvøld at taka støðu til, um teir fara víðari við málinum.