Íslendski fíggjarmálaráðharrin við fylgi kemur til Føroya á almenna vitjan hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um tvær vikur.
Íslendsku gestirnir koma til Føroya við flogfari sunnukvøldið 24. juni, og mánadagin verður vitjað hjá lømanni í Tinganesi, hjá Tórshavnar býráð, í Norðurlandahúsinum og í Listaskálanum. Mánakvøldið verður vanligi almenni døgurðin í Roykstovuni í Kirkjubø.
Týsdagin fer fylgið til Norðoyggjar. Vitjað verður hjá Klaksvíkar býráð og hjá einari útflutningsfyritøku.
Í Klaksvík, sum er heimstaðurin hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, verður fundur millum íslendska fíggjarmálaráðharran og landsstýrismannin um framtíðar búskaparliga samstarvið millum Føroyar og Ísland.
Eftir fundin í Klaksvík verður farið við bussi til Viðareiðis, og síðani við báti til Mikladals í Kalsoynni, har gestirnir skulu gista.
Íslendska fylgið fer heim aftur til Íslands við flogfari mikudagin 27. juni.










