Framúr góðu úrslitini hjá íslendska fótbóltslandsliðnum hava elvt til, at íslendsku landsliðstroyggjurnar hava verið í uppisetri. Og tað er ikki bara tí íslendingar hava keypt troyggjuna, men tí útlendsk ferðafólk í hópatali hava vilja ognað sær eina íslendska landsliðstroyggju. Bert nakrar fáar troyggjur í barnastødd eru at fáa í Reykjavík.
Errea, sum er merkið, sum framleiðir íslendsku landsliðstroyggjuna, og Errea boðar frá, at í komandi viku fáa íslendingar og útlendsk ferðafólk aftur møguleika at ogna sær eina landsliðstroyggju. Umboðið hjá Errea, Þorvaldur Ólafsson sigur við Morgunblaðið, at HM-undankappingin byrjar í september, og íslendska kvinnulandsliðið skal kappast í EM-endaspælinum í 2017, og tí fara tey at syrgja fyri, at nóg nógvar landsliðstroyggjur verða tøkar í sølubúðunum í Íslandi í næstum.
Morgunblaðið staðfestir, at neyvan nakrantíð í søgu Íslands hevur ein einstakur sølulutur verið so nógv seldur, sum íslendska landsliðstroyggjan. Þorvaldur Ólafsson, umboðsmaður hjá Errea hevur sjálvur verið í Fraklandi og fylgt íslendska landsliðnum sigur við Morgunblaðið, at hann hevur ikki tey nágreiniligu sølutølini, men givið er, at talan er um eina ófatuliga stóra sølu.
Á myndini sæst Birkir Bjarnason í vøkru íslendsku landsliðstroyggjuni.
.