Tíggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør avreiddu íslendsk skip fyri 112 milliardir íslendskar krónur samanborið við 96 milliardir somu mánaðir í 2009. Vøksturin svarar til 16,5 prosent.
Tølini hjá hagstovuni í Reykjavík vísa, at íslendsku skipini avreiddu botnfisk fyri góðar 78 milliardir krónur tíggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør ella næstan 17 prosent meiri enn árið fyri. Av hesum stavaðu góðar 37 milliardir krónur frá toski, og tað var ein heilan fjórðing meiri enn somu mánaðir í 2009.
Avreiðingarvirðið á uppisjóvarfiski vaks góð 22 prosent í fjør og var knappar 23 milliardir krónur tíggju teir fyrstu mánaðirnar. Ein góður triðingur av virðinum stavaði frá makreli, meðan sildin gav munandi minni enn í 2009.