Íslendsk feløg fáa ein bita av køkuni

Barcelona hevur keypt íslendska álopsspælaran Eidur Smári Gudjohnsen frá Chelsea fyri umleið 90 milliónir krónur, og eitt sindur av hesum pengum enda í Íslandi, har Gudjohnsen hevur spælt fyri tvey feløg. Vísir skriva, at ÍR og Valur fáa eina lítla millión krónur í okkara pengum at býta millum síng. Eisini hini feløgini, sum Gudjohnsen áður hevur spælt fyri, fáa nøkur oyru burtur úr stóru søluni. Tey feløgini eru PSV Eindhoven, Bolton og Chelsea. Harafturat fær KR eisini ein lílta upphædd fyri søluna.