Í dag fyllir Facebook 10 ár, og í tí sambandi tosaðu Niels Uni Dam, samskiftifrøðingur, og Janus Hentze í Stórustovu um, hvussu føroyingar duga at brúka Facebook. Hetta var í sendingini "Rás2 Seinnapartur" í gjár.
- Nú fáa vit mest at vita um trupulleikar, sum fólk hava av Facebook, og ein afturvendandi trupulleiki hesa seinastu tíðina hevur verið, at fólk klaga um sonevndar slaturbólkar, har fólk verða hongd út við navni, sigur Janus Hentze í Stórustovu, sum starvast í Dátueftirlitinum.
Niels Uni Dam heldur, at nógv at tí samfelagsliga kjakinum er flutt á Facebook, men tað er ógvuliga misjavnt, hvussu væl tað riggar at kjakast á hendan hátt.









