Slapp ikki at syrgja í OL

Norskur skíðari misti brádliga bróðurin, og tá ið liðfelagi brúkti syrgiband, fekk hon eina átalu.

Norska Astrid Uhrenholdt Jacobsen, sum er við í vetrarleikunum í Sochi sum skíðari, fekk fríggjadagin tey boðini úr heimlandinum, at bróðir hennara brádliga var deyður. Dagin eftir valdi liðfelagi hennara, Marit Bjørgen, at luttaka í eini kapping við syrgibandi um armin. Hetta er ikki loyvt undir vetrarleikunum, og altjóða leikanevndin hevur nú givið norsku leguni eina átalu.


- Vit hava djúpastu samkenslu við familjuni, vinunum og liðfeløgunum, sum hava mist ein, tey vóru góð við. Men vit halda, at kappingarøkini eru til at feiðra á og ikki eitt stað at syrgja, sigur Emmanuelle Moreau úr leikanevndini við norska Aftenposten.


Í fyrstu syftu varð roknað við, at Astrid Uhrenholdt Jacobsen fór heim til Noregs at vera um familjuna og til jarðarferðina hjá bróðurinum, men í dag boðar venjari hennara frá, at hon hevur tikið avgerð um at verða verandi í Sochi og kappast.


- Astrid kennir á sær, at hon er fús til at kappast. Tað snýr seg um at hugsavna seg um tað, sum hon skal í sjálvari kappingini. Við fullari megi kann hon jú kappast um heiðurskrónurnar, hóast fyrsta málið er at koma í finaluna, sigur venjari hennara, Roar Hjelmeset.