Í Íslandi eru tey ovfarin um føroyska stuðulin

(EM 2016 - ljóðsamrøða) Gunnar Nielsen hevur góðar vónir fyri dystinum hjá Íslandi ímóti Eysturríki seinnapartin klokkan 17

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen, sum er hálvur íslendingur, og sum verjir málið hjá íslendska meistaraliðnum FH, sum skal møta írska liðnum FC Dundalk í øðrum undanumfarinum í Champions League. Gunnar Nielsen hevur góðir vónir um, at teir í FH kunnu vinna seg víðari til triðja undanumfarið í Champions League. 

 

Gunnar Nielsen sigur, at tá hann møtir til venjing hjá FH á Hafnarfjørðinum eru tað fleiri, sum hava tað á munni hvussu stuttligt tað er, at føroyingar stuðla íslendska liðnum so væl í EM-kappingini, og tað er ikki farið framvið, at fólk í hópatali hava sitið á trappuni í Vágsbotni, og stuðla brøðratjóðini.

 

Gunnar Nielsen heldur, at verjuliga hevur Ísland staðið seg væl í kappingini higartil, og heldur Gunnar Nielsen, at íslendski málverjin Hannes Halldórsson hevur staðið framúr væl í íslendska málinum. Gunnar Nielsen hevur góðar vónir um, at íslendingar kunnu vinna seg víðari til áttandapartsfinalurnar, sum verða leiktar leygardagin, sunnudagin og mánadagin.

 

Símun Samuelsen tippar 1-1 í dystinum millum Ísland og Eysturríki. Hoyr hvat Gunnar Nielsen tippar í dystinum Ísland-Eysturríki, sum byrjar klokkan 17 seinnapartin.