Fólkini aftanfyri Eurovision, ella Grand Prix sangkappingina, geva nú Íslandi bót fyri at framførslan hjá Íslandi var politiskt merkt, tá finalan var í Ísrael fyrr í ár.
Fólk løgdu til merkis, og at íslendski bólkurin Hatari flaggaði við flagginum hjá Palestina, meðan stig vóru givin í Tel Aviv.
Hetta er í strið við reglurnar fyri sangkappingina, siga fyrireikararnir. Teir vísa til reglu 2,6 í reglugerðini fyri Melodi Grandprix, sum sigur, at luttakarar ikki mugu nýta framførsluna til politiskt endamál. Tí fær íslendska kringvarpið RÚV eina bót.
Tað var á mangan hátt merkisvert, tá Hatari fór til Tel Aviv til Eurovision finaluna. Bólkurin hevði frammanundan boðað frá samhuga sínum við Palestina. Umframt hetta, so var tónleikurin, og lak- og leðurbúnar kanska ikki tað, sum tey flestu seta í samband við familjuhugnakendu sangkappingina.
Tó fekk bólkurin eitt 10. pláss í finaluni, og fleiri fingu eyguni upp fyri bólkinum. Hatari spældi eisini á Roskilde festivalinum í ár.
Annað, sum eisini skakaði, tá finalan var í Tel Aviv, var at sangstjørnan Madonna kom á pall, og dansarar hjá henni høvdu fløggini hjá Ísrael og Palestina á búnum sínum.
Tað var Duncan Laurence úr Hollandi, sum vann Eurovision í ár, og verður kappingin tí í Rotterdam næsta ár.