Sløkkileiðarastarvið verður fulla tíð

Tvær ferðir hevur Klaksvíkar kommuna lýst deiltíðarstarvið sum sløkkiliðsleiðari leyst at vera. Hetta kemur av, at eftir fyrri lýsingina, gjørdi kommunan av, at starvið skal setast fulla tíð, og so mátti lýsast av nýggjum. Fyrsta dagin verður somuleiðis ein mentunarleiðari settur í kommununi

Klaksvík:
Starvið sum sløkkiliðsleiðari í Klaksvík hevur verið deiltíðarstarv. Men nú hevur kommunan gjørt av, at starvið framyvir verður fulla tíð.
Hetta hevur gjørt, at starvsetanin av nýggja sløkkiliðsleiðaranum hevur drigið út.
? Vit kunngjørdu ikki í fyrru lýsingini, at starvið var fulla tíð, og tískil mátti lýsast av nýggjum, greiðir Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, frá.
Allir umsøkjararnir fyrru ferð hava fingið boð um, at starvið verður fulltíðarstarv, og verða teirra umsóknir tiknar við aðru ferð, um tað er teirra ynski. Ella kunnu tey søkja av nýggjum. Tað er upp til tey sjálvi.
Borgarstjórin væntar, at starvið verður sett eftir summarfrítíðina í ár. Men neyvan byrjar nýggi sløkkiliðsleiðarin í starvinum fyrr enn 1. januar 2005. Hetta kemur av, at ongin játtan er á fíggjarætlanini fyri 2004 til ein sløkkiliðsleiðara í fulltíðarstarvi.
Inntil nýggi sløkkiliðsleiðarin tekur við starvinum, heldur undanfarni fram.

Mentunarleiðari
Síðani kreppuna í nítiárunum hevur Klaksvíkar kommuna onga mentunardeild ella leiðara havt. Hesi vórðu spard burtur tá. Og býráðsskrivarin og borgarstjórin hava so røkt tær uppgávurnar síðani.
Men nú hevur kommunan søkt eftir mentunardeildarleiðara, og verður hann settur á fundi í nærmastu framtíð.
Steinbjørn veit ikki við vissu, nær fundurin verður, men tað kann verða í hesu vikuni.
Borgarstjórin sigur, at nógv hevur ligið á láni á mentunarøkinum øll hesi árini, ongin leiðari hevur verið.
? Nógv er, sum hendir og ikki hendir. Harumframt eiga mentunartiltøkini at verða betur skipað, og tað meta vit ein mentunarleiðari fer at verða við til at bøta um, sigur Steinbjørn.
Mentunarleiðarin kemur somuleiðis at virka sum skrivari í mentunarnevndini, sum hann fer at arbeiða beinleiðis undir.