Undir egið borð
Halldór Laxness
Skaldsøga
Týtt hava Tóra Tóroddsdóttir og Martin Næs
Forlagið Sprotin
436 blaðsíður
Bókin er innbundin og kostar 340 kr
Sjálfstætt fólk - skaldsøgan, ið gjørdi sítt stóra til, at Halldór Laxness fekk nobelheiðurslønina, er nú flutt í føroyskt. Føroyska heitið er: Undir egið borð. Íslendska skaldaverkið, sum verður mett sum eitt tað størsta skaldaverkið í Norðurlondum, hava Tóra Tóroddsdóttir og Martin Næs týtt til føroyskt.
Bókin er týdd til nógv mál og er komin út víða um í heiminum, m.a. er hon seld í fleiri hundrað túsund eintøkum í USA. Hon elvdi til hart stjórnmálakjak í Íslandi, tá ið hon kom út í 1934-5, og í dag er hon ein tann størsti mentanardýrgripurin, ið íslendingar eiga. Kanska ein tann størsta skaldsøgan, ið nakrantíð er komin út í Norðurlondum.
Høvuðspersónurin er ein bóndi uppi á Norður-Eysturlandinum, Bjartur í Ljósagerði, ein ágrýtin, treiskur og støðufastur maður, ið ikki bakkar ein tumma fyri nøkrum, hvørki fyri yvirvaldinum ella teimum hægru maktunum, í stríðnum fyri sjálvræði og frælsi.
Søgan um Bjart bónda er skemtingarsom og tregafull. Fyrst og fremst er hon tó eitt málsligt meistaraverk um sambandið millum dreymin, veruleikan, náttúruna og menniskjað. Eitt skaldsligt tónaverk úr enda í annan.
Hóast hendingarnar fara fram í fyrru helvt av seinastu øld, er søgan um Bjart ongantíð so viðkomandi sum júst í dag, kanska serliga viðkomandi um okkara leiðir, nú vit eru komin inn í eina nýggja øld, har virði, samleiki og persónmenska verða fyri støðugum árinum bæði innanífrá og uttan úr heimi.
Bókin verður í bókabúðunum fríggjadagin 12. oktober