Í morgin og leygardagin hevur Alzheimerfelagið ráðstevnu á Hotel Føroyum, og ein av fyrilestrarhaldarunum er Laila Lanes, kona fyrrverandi norska fiskimálaráðharran Henry T. Olsen.
Hann fekk sum bara 51 ára gamal staðfest sjúkuna alzheimer, og tey bæði hava verið runt og hildið fyrilestrar, umframt at tey hava skrivað eina bók um lív teirra við sjúkuni.
Henda bókin, sum fæst til keyps nú, er týdd til føroyskt og hevur heitið Skunda tær at elska. Hans Jacob Hermansen hevur týtt meginpartin av bókini sjálvur.
Bókin er ein góð lýsing av, hvussu tað er at hava sjúkuna, og hvussu tað ávirkar lívið hjá øllum, sum vara av og eru saman við sjúklinginum.
Bókin verður mett sum sera slóðbrótandi, tí evnið hevur verið tagt burtur.